Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri tjúgutrimum árum síðani var eitt rimmar val har vit valdu FULLVELDI! Sjálvstýrisflokkar fóru at arbeiða saman fyri at seta tað frælsi í verk sum vit valdu fjúrtanda September í 1946!

Ætlanin vann ikki á mál tí Danmark als ikki hevði hug til at minka um ”ríki” sítt!

Eisini komu býttir kílar ímillum Fólkaflokk og Tjóveldi.

Ein høvuðsspunasmiður valdi sær heldur framtíð hjá Føroya deild av sosialdemokratum!

Øll val síðani hava sjálvstýrisflokkar havt meiriluta á Tingi, men vilja ikki brúka møguleikan til at taka frælsi!

Nei teir vilja heldur arbeiða saman við sambandskreftum at umsita føðilandið eftir tí lóg sum fall í 1946!

Teir fáa góða løn og serliga góðar pansjónstreytir afturfyri ómakin!

Teir áttu at hugsa meiri um at taka dygg tøk fyri at vinna frælsi enn at mala sum ryssa yvir deyðum fyli og einki mundygt gera!

Í veruleikanum eru allir flokkarnir danskir samríkjaflokkar!

Teir reypa av hvussu dugnaligir teir eru at umsita okkara avmarkaða fólkaræði!

Krúpa treytaleyst undir donskum uttanríkispolitikki!

Við radarum!

Einaferð var Løgtingið samt um at vit skuldu vera uttanfyri allar hernaðarfylkingar!

Men tað er langt síðani!

Spæla so dyggiliga ”Fólk í húsi” við eitt nú dýrum óneyðugum sendistovum!

Eitt ófrælst land kann ikki og hevur als ikki sendistovur!

Vit mugu avtaka óbrúkiligu flokkarnar og fremja eina blíða kollvelting í stjórnarmálum har vit lýsa okkum sum fræls tjóð!

Tað eru mong fólk sum ikki kenna seg heima í nøkrum flokki sum ynskja at taka eitt tak fyri frælsi!

Síðani samráðast vit við Danmark og onnur lond um hvussu leikur skal fara fram!

Komi til verka!

Hanus Vang 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo