Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eysturkommuna: Kvøldseta við fyrilestri verður á Bátasavninum í Leirvík týskvøldið 9. januar, kl. 19:30.

Lorvíks-Jóannes, Jóannes Johannesen við Garð (1878-1941) var elstur av seks systkjum. Hann gjørdist tíðliga fiskimaður og skipari í 1900.

Jóannes giftist í 1905 við Kristionnu á Kinn úr Lamba, sum var lærari. Jóannes og Kristianna áttu fimm børn.

Í 1906 bygdu tey hús á Bakka. Eini tvey ár seinni bygdi Jóannes uppí og fór at handla. Í 1908 keypti hann Otariu, sum hann førdi í nøkur ár.

Tá ið Jóannes seldi hetta skipið í 1917, keypti hann Kristionnu, sum hann eisini førdi viðhvørt, og seinni eisini Arizonu, sum hann hevði keypt.

Jóannes, sum var virkisfúsur maður, hevði eisini motorbátar, fiskastykkir og turkihús og hevði ætlanir um bakaravirkið og dýrahald. Hann og John, bróðirin, høvdu gott samstarv.

Konan doyði longu í 1922 og pápin í 1927, og í 1932 fórst Arizona undir Íslandi.

Tá ið sluppin Kristianna um ólavsøkumundið 1941 fór eftir fiski í Íslandi, fór Jóannes við, og Kristian, sonur teirra, var motorpassari.

Kristianna fór av Siglufjørðinum til Bretlands 8. august 1941, men spurdist ikki aftur.

John og Georg, sonur Jóannes, tóku um endan og hildu fram við fiskaarbeiði og handli, men nú vóru øll trý skipini hjá Jóannesi farin, og tí mátti byrjast av nýggjum.

Jóannes Eliassen, abbasonur Lorvíks-Jóannes, og Martin Fjallstein fara hetta kvøldið at siga frá hesum merkismanninum og slóðbrótaranum. Eisini verður felagssangur og ein drekkamuður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo