Nýggja íslendska lágprísfelagið hevur leigað fyrsta Airbus A321 Neo flogfarið frá heimsins størsta leasingfirma Aer4Cap.
Ætlanin er at leasa tvey flogfør afturat av sama slagi í juli. Flogførini taka 192 ferðafólk.
Fyrsti túrurin verður til London-floghavnina Stansted tann 24. juni, men nú er eisini gjørligt at bóka ferð til Alicante, Tenerifa og Barcelona, umframt høvuðsstaðirnar París, Berlin og Keypmannahavn, skrivar Iceland Review.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo