Mangan bankar gott hjarta undir slitnum búna
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Glasir: Fíggjarbúskapur og Tænastubúskapur eru yrkisakademiskar útbúgvingar, sum taka tvey ár, íroknað starvsvenjing og próvtøkuverkætlan, og eru rættiliga vinnuvendar. Tær gera í stóran mun tey lesandi til reiðar til at arbeiða í privata geiranum.

Tænastubúskapur er ætlað øllum, sum starvast innan tænastuvinnuna ella hava áhuga í at menna hesa vinnu.

Útbúgvingin er nevnd beinleiðis í nýggja álitinum um vinnuferðavinnu, sum Tórshavnar Kommuna legði fram fyrr í juni.

Nýggjar útbúgvingar eru eisini ein týðandi táttur í teimum 164 ítøkiligu tilmælunum, sum Vakstrarforum legði alment fram tann 14. juni í ár.

Á hátíðarløtu fyri teimum lesandi, sum í dag fingu prógv á Hægri Námi á Glasi, legði gesarøðarin Helena Dam á Neystabø fyri við at undirstrika týdningin av útbúgving og førleikamenning í einum samfelag, har broyting er einasti konstanturin.

Steinbjørn Hardlei, rektari, sum hevur sitið í arbeiðsbólki í samband við frágreiðingarnar hjá Vakstrarforum, vísti á, hvussu týðandi tað er, at vit menna nýggjar útbúgvingar, sum stimbra førleikar, sum føroyska samfelagið tørvar - og at hesar útbúgvingar kunnu nemast her.

Á Hægri Námi á Glasi eru ætlanir um at stovna nýggjar útbúgvingar á hvørjum ári og sostatt økja um lestrarmøguleikarnar.

Í august byjra fleiri spennandi útbúgvingar á Hægri Námi. Fyri tey, sum koma av miðnámi, eru liðug at læra ella ynskja at útbúgva og menna seg víðari, bjóðar Glasir hesar útbúgvingar:

⦁    Tænastubúskap (hotell og matstovur, ferðavinna, events, ítróttur, almennar tænastur o.a.)

⦁    Fíggjarbúskap (bankar, trygging, sethúsasøla og búskapur)

⦁    HD (grannskoðan, bankar, trygging, búskapur o.t.)

Tænastubúskapur og fíggjarbúskapur eru yrkisakademiskar útbúgvingar, sum geva 120 ECTS-stig. Tær taka tvey ár og geva umframt beinleiðis arbeiðsførleikar eisini møguleika at lesa víðari til professiónsbachelor. Tær geva eisini lestrargóðkenning (meritt) til aðrar bachelorútbúgvingar.

Fríða Weyhe, lesandi á Tænastubúaskapi, segði í røðu á hátíðarløtuni, at tað hevði verið ein frægd at upplivia, hvussu væl vinnnan hevur tikið ímóti teimum lesandi, bæði í starvsvenjing og á teimum yvir 20 virkisvitjanum, tey hava verið á seinastu tvey árini. Hon vísti á, at samstarvið við lærar og fyritøkur og samanhaldið millum tey lesandi - sum eru í ymsum aldursbólkum - hevur gjørt lestrartíðina bæði stuttliga, mennandi og fakliga avbjóðandi.

Nýggir flokkar í bæði Fíggjarbúskapi og Tænastubúskapi byrja í august, og umsóknarfreist er 1. juli. Tú kanst søkja inn á allar hesar útbúgvingar nú umvegis glasir.fo ella á innskriving.glasir.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo