Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tey fyrstu rúmdarferðafólkini eru nú send í ringrás kring jørðina. Túrurin, sum hevur fingið heitið "Inspiration 4 Mission", fer at vara einar tríggjar dagar, kostar eina tvísiffraða milliónaupphædd í dollarum, men ikki øll hava goldið fyri túrin, summi hava vunnið hann í eini kapping

Ferðin byrjaði í gjár, og hetta er fyrsta ferðin at ein manning, uttan nakrar serligar royndir í rúmdini, er farin í ringrás um jørðina. Líknandi túrar hava áður verið gjørdir, men tá hava teir bert vart í fáar minuttir, og talan hevur ikki verið um at fara í ringrás.

Rúmdarferjan fer í ringrás 575 kilometrar uppi, og tað er hægri enn vanligt, eitt nú liggur altjóða rúmdarstøðin ISS í 408 kilometra hædd. Ferðin í ringrásini er 28.000 kilometrar um tíman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo