Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fiskivinnuskúlin: Hósdagin 23. juni var prógvhandan á Fiskivinnuskúlanum, har 19 næmingar fingu gymnasialt miðnámsprógv á tilfeingisbreytini. Tey eru samstundis tey fyrstu nakrantíð, sum fáa eitt slíkt prógv, síðan nýggja gymnasiala miðnámsskipanin fór av bakkastokki í 2013. Tískil skriva tey føroyska skúlasøgu. 

Tilfeingisbreytin er ein føroyskt uppfinning, sum ikki finst aðrastaðni. Tí er nýggja breytin ein spennandi roynd at skipa eina gymnasiala útbúgving, sum er málrættað til føroyska samfelagið, men sum eisini kann nýtast í altjóða høpi.

Hesi fingu prógv: Arngrímur Joensen, Kvívík, Ása E. Nielsen, Sandavágur, Astrid L. í Garðastovu, Vestmanna, Bjartur L. Nikulásson, Skopun, Bjørg M. Rubeksen, Tórshavn, Durita E. Hansen, Kollafjørður, Eli Joensen, Kollafjørður, Eva Kjæld Hansen, Tórshavn, Hans Meinhard í Eyðansstovu, Mykines, Hansa Frederiksberg, Nes, Janhild Jensen, Vestmanna, Jonita á Plógv, Sandavágur, Karina í Soylu Joensen, Tórshavn, Linda Elisabet á Geilini, Tórshavn, Poul Eli Johannesen, Skála, Sára N. Arabo, Oyrareingir, Sascha D. Niclassen, Miðvágur, Sólbjørg H. Ørvarodd, Hoyvík og Tóki Berg Mikkelsen, Tórshavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo