Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Rás 1: Búskapur & Vinna er nýggj aktualitetssending í fimm pørtum á Rás 1. Johnny í Grótinum er vertur, og saman við gestum og serfrøðingum setir hann sjóneykuna á ymisk búskaparevni. Fyrstu 3 partarnir av sendirøðini Búskapur & Vinna verða endursendir á Rás 1 hjá Televarpinum í kvøld frá klokkan 19:30. Sendingarnar vera endursendar tvær ferðir í dag, tá tær eisini kunnu síggjast frá klokkan 17:30. Øll kunnu síggja sendingarnar við at fara á https://web.tv.fo/ og stovna sær ókeypis brúkara ella hyggja eftir Rás 1 við vanligari sjónvarpsantennu.

Sending 1 snýr seg um Grøna orkuskiftið og árinini á privatu føroysku orkuvinnuna, har samrøður eru við Helmu Mariu Tróndheim, vinnu-phd hjá SEV, um íløgukrøvini, Birgir Nielsen um roknskapirnar hjá Effo og Magn, og Teitur Poulsen, nevndarformann í Magn, sum saman við øðrum íleggjarum herfyri keyptu Magn fyri hálva milliard krónur.

Sending 2 snýr seg um bankavinnuna og tey rák, ið raka føroysku bankarnar komandi árini. Samrøður eru við Sverri Justinussen, íløguleiðara, Olav Guttesen, bankastjóra í Betri Banka, og Árni Ellefsen, bankastjóra í BankNordik.

Sending 3 er um KT-vinnuna, har samrøður eru við Sverra Justinussen um niðurtúrin hjá Meta (Facebook), Leif Abrahamsen, stjóra á Gjaldstovuni, um nýggja vakstrarætlan fyri føroysku KT-vinnuna, og Heini Zachariassen, stovnara av Vivino, um útlitini fyri eini vaksandi føroyskari KT-vinnu.

Komandi mikukvøld fer Johnny í Grótinum, vertur í Búskapi & Vinnu, saman við serfrøðingum at viðgera møguligu búskaparligu avleiðingarnar fyri Føroyar av Ukraina kreppuni og herdum tiltøkum ímóti Russlandi, sum er ein týðandi útflutningsmarknaður fyri føroyskar fyritøkur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo