Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrstu vegleiðingarnar um nýggju dátuverndarlógina eru nú tøkar á heimasíðini hjá Dátueftirlitinum, dat.fo.

Løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin) kemur í gildi 1. januar 2021. Dátuverndarlógin kemur í staðin fyri løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, sum samstundis fer úr gildi. Dátuverndarlógin er í høvuðsheitum grundað á ES fyriskipanina um viðgerð av persónupplýsingum (Generel Data Protecion Regulation – GDPR), sum kom í gildi í ES 25. mai 2018.

Dátuverndarlógin skal verja persónupplýsingarnar hjá tí einstaka.

Dátueftirlitið fer næstu mánarnar til løgtingslógin kemur í gildi at arbeiða miðvíst við at økja um almenna kunnleikan til lógina og dátuverndarøkið sum heild. Fleiri vegleiðingar eru ávegis, eins og Dátueftirlitið fer at skipa fyri kunningartiltøkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo