Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í farnu viku skipaði Ergo og fysioterapideildin á Landssjúkrahúsinum fyri skeiði í venjing til fólk við typu 2 diabetes.

Skeiðshaldarar vóru Stig Mølsted, granskari, fysioterapeutur og ph.d., frá Granskingardeildini á Norðsjællands Hospital og Susanne Grøn, fysioterapeutur, cand.scient.san., frá Træningssektionen Hillerød Kommune og Steno Diabetes Center Copenhagen.

Endamálið við skeiðnum var at geva luttakarunum nýggjastu vitan, umframt neyv amboð, at brúka í dagliga arbeiðnum við fólki við typu 2 diabetes. Øll gransking vísir at superviserað venjing hevur jaliga ávirkan á blóðsukri hjá fólki við typu 2 diabetes. Stórur dentur var eisini lagdur á hvussu umráðandi tað er at fólk við type 2 diabetes  verða stuðlaði í at halda fast við at verða fysiskt aktiv.

Fysisk venjing hevur stóran týðning, tá tað snýr seg um at lækka ov høgt blóðsukur hjá fólki, við typu 2 diabetes. Ov høgt blóðsukur hevur nógvar álvarsligar avleiðingar fyri heilsuna um ikki hond verður tikið um tað, eitt nú við superviseraði venjing. Kostur og medisin er eisini partur av viðgerðini.

Í Føroyum hava vit ikki skipaða venjing við fysioterapeuti til fólk við typu 2 diabetes. Tey luttakandi á skeiðnum fingu góðan íblástur til, hvussu ber til saman við øðrum fakbólkum at samskipa dygdargóða viðgerð til fólk við type 2 diabetes, so hesi kunnu varveita funktiónir og góða heilsu

14 luttakarar vóru á skeiðnum. Hesi vóru frá Landssjúkrahúsinum, Suðuroyar Sjúkrahúsi, eldraøkinum í Tórshavnar Kommunu, Norðoyar Bú- og Heimatænastu, Økistænastuni á Sandoy, Vesturvón og Roðin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo