Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! Festivalurin: Carlene Carter úr USA kemur á G! í summar. Carlene er kend og elskað av føroyskum country fjepparum, og tá hon í 2018 vitjaði Country Festivalin lovaði hon, at hon fór at koma aftur, og vit eru glað og errin at kunna bjóða grammy nomineraðu songkvinnuni pallin á sandinum.

José González er ein av teimum heilt stóru sangskrivarunum í okkara tíð. Vit bíðaðu spent eftir honum í fjør, og vit gleðast um, at tað bar til at gera nýggja avtalu við hann í ár. José Gonzales fer at spæla eina solo konsert á sandinum við aldunum í bakgrundini.

Við sær í skjáttuni hevur José González eina nýggja heildarútgávu “Local Valley”. “Local Valley” er fyrsta útgávan, har vit hoyra José syngja bæði á sponskum, enskum og svenskum. Eyðkenda róliga røddin, gittarspælið, og droymandi løgini eru akkurát soleiðis vit kenna José González best.

Tessa skuldi spæla á G! í 2020 og 2021, og nú royna vit so enn einaferð! Vit vóna, at tað fer at rigga hesuferð, tí vit hava øll glett okkum í næstan 3 ár at uppliva Tessu á sandinum, og unga stjørnuskotið er bara blivið størri og betri síðan fyrsta útgávan “Snakker for meget” kom út í 2019.

Svenska La Fleur og turkiska Gaye Su Akyol, sum skuldu spæla í fjør, eru eisini sett á skránna í ár.

Afturat teimum hava vit føroysku Eivør, Joe & The Shitboys, HORRSE, Leu Kampmann og donsku Katla, sum spæla náðileysan svartan dómadagsmálm.

Vit eru bjartskygd um G! Festivalin í 2022, og gleðast um, at vit aftur sleppa hátíðarhalda felagsskapin, einstaklingin og ymiskleikan millum menniskju, har tónleikur í heimsklassa er snúningsdepilin. Og ikki minst gleða vit okkum til klemmini.

Um vit í 2019 høvdu vita av, at vit ikki fóru at síggjast aftur fyrr enn um 3 ár, so høvdu vit kanska dansað og notið løturnar eitt sindur meira, men lívið verður livað frameftir og 2022 verður festivalurin, har vit njóta 3 ár í einum. Tað verður svakt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo