Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

2000 atgongumerki eru longu seld og seinastu 2000 atgongumerkini verða nú lögd út til sölu. Atgongumerki til tjalding, kamping og annað verða lögd út 11. mai.

Stöðan kennist nú somikið trygg, at vit hava valt at halda fram við fyrireikingunum, sigur Sigvör Laksá, stjóri á festivalinum. Avgerðin verður fyrst og fremst bygd á, at vit ikki hava Koronu í Föroyum og at tað tí ikki burdi verið nakað til hindurs fyri vit kunnu savnast 4000 fólk, uttandura. So hóast tilmælini enn siga, at ikki fleiri enn 500 fólk kunnu samlast, kunnu vit ikki bíða meira eftir boðum frá myndugleikunum, sigur Sigvör. Festivalurin hevur eina fíggjarætlan upp á 5.5 milliónir og 1800 fólk eru á ymsan hátt virkin í skapanini av festivalinum. Praktisku fyrireikingarnar til festivalin krevja nógva tíð og orku, so nú leggja vit til brots og miðja eftir at gera okkara besta festival nakrantíð.

Nógv spennandi növn á G! í summar
Hóast óvissuna hava fyrireikararnir arbeitt leingi við eini spennandi skrá. Útlitini fyri longri uttanlandsferðum eru kanska ikki heilt góð enn, men soleiðis sum stöðan er í Föroyum, eigur ikki nakað at verða til hindurs fyri, at vit í Føroyum kunnu borðreiða við einari góðari festival uppliving.

Nógv kend növn eru á skrá til G! í summar. José González, Asaf Avidan, Tessa, Katatonia okkara egna Eivör og enn fleiri növn verða kunngjörd í næstum. Á gfestival.fo kanst tú kunna teg um növnini og möguligt er eisini at keypa atgongumerki.

20. G! festivalurin
Árið í ár er serstakt fyri G!, tí hetta er festivalur nr. 20 (Tá er fullborni avlýsti festivalurin í 2020 taldur við).

G! Festival er eitt beinleiðis úrslit av arbeiðinum sum, nakrir ungir tónleikaáhugaðir einstaklingar fóru í holt við mitt í 90´unum, fyri at böta um umstöðurnar hjá tónleikinum og tónleikarum, Hetta arbeiðið tók dik á seg við stovnani av Tónleikasamtakinum GRÓT í 1998.

Kreativa umhvörvið, sum sprettið rundan um GRÓT, hevur síðani stöðugt verið við til at broyta andlitið á föroyskum tónleiki. Umframt tiltakið G! Festival kunnu nevnast listarfólk sum Eivör Pálsdóttir, Boys In A Band, Orka, Gestir, Clickhaze, Petur Pólson, Högni Lisberg, Knút Háberg Eysturstein, Marius Ziska og mong onnur, sum hava havt sína gongd og antin beinleiðis ella óbeinleiðis fingið íblástur í hesum umhvörvinum. GRÓT er framvegis virkið og skipar javnan fyri konsertum og hýsir bólkum til venjing.

Á sumri í 2002 var rockbólkurin Clickhaze, sum hevði fleiri Grót nevndarlimir við sær í hópinum, á norðurlendskari konsertferð. Eina frílötu meðan fólkini í og kring bólkin sótu og prátaðu, varð avgerð tikin um at skipa fyri einum festivali í Föroyum. Dato var sett til 19. juli og staðið skuldi vera Götusandur. Nýggi festivalurin skuldi eita G! Festival. Nógv meira enn tað var ikki ítökiligt fyrr enn bólkurin kom aftur á klettarnar smáar tvær vikur áðrenn ásetta dato. So tá mátti berast skjótt at.

G! Festival varð sostatt hildin á fyrsta sinni hin 19. juli í 2002. Talan var um eitt eindagstiltak við einum palli og umleið 800 áhoyrarum. Millum növnini vóru Clickhaze, MC Hár, Enekk og Hanus G. Johansen. Síðan tá hava fleiri stór altjóða növn spælt á Götusandi, umframt at hópin av föroyskum tónleikaspírum hava fingið luft undir veingirnar á hesum palli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo