Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Eftir góða og langa viðgerð hevur nevndin fyri G! gjört av, at festivalurin verður hildin í summar. Festivalurin í ár verður 20. útgávan av G!, og tað fara vit at hátíðarhalda.

2000 atgongumerki eru longu seld og seinastu 2000 atgongumerkini verða nú lögd út til sölu. Atgongumerki til tjalding, kamping og annað verða lögd út 11. mai.

Stöðan kennist nú somikið trygg, at vit hava valt at halda fram við fyrireikingunum, sigur Sigvör Laksá, stjóri á festivalinum. Avgerðin verður fyrst og fremst bygd á, at vit ikki hava Koronu í Föroyum og at tað tí ikki burdi verið nakað til hindurs fyri vit kunnu savnast 4000 fólk, uttandura. So hóast tilmælini enn siga, at ikki fleiri enn 500 fólk kunnu samlast, kunnu vit ikki bíða meira eftir boðum frá myndugleikunum, sigur Sigvör.

 Festivalurin hevur eina fíggjarætlan upp á 5.5 milliónir og 1800 fólk eru á ymsan hátt virkin í skapanini av festivalinum. Praktisku fyrireikingarnar til festivalin krevja nógva tíð og orku, so nú leggja vit til brots og miðja eftir at gera okkara besta festival nakrantíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo