Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Sum fyrsta fiskifar í Føroyum hevur Gadus fingið altjóða góðkenning frá Global Seafood Assurances fyri ábyrgdarfullan fiskiskap. Gadus telist millum fyrstu 10 fiskiskip í heiminum at fáa hesa viðurkenning.

Í Føroyum hevur Gadus sera gott umdømi millum sjómenn, sum sæst aftur í stóra áhuganum fyri at fáa kjans við trolaranum, sum fiskar tosk í Barentshavinum. Úti í heimi herðast krøvini frá kundum um,  at veitarar av fiskavørum fáa fiskin til vega á ein ábyrgdarfullan hátt. Tí eru stig eisini tikin til at seta á stovn Global Seafood Assurances (GSA), ið er ein óheftur felagsskapur, sum góðkennir og eftirkannar fiskiskip í mun til ein ávísan standard.

Gadus hevur júst fingið hesa góðkenning, sum tryggjar keyparunum av toska- og hýsufløkum, at skipið altíð livir upp til altjóða krøv til arbeiðsumhvørvið og trygd.

Góðkenningin er grundað á skjalfestingar
Hanus Hansen, stjóri í JKF Trol, fegnast um nýggju góðkenningina:

“Sjálvur havi eg verið sjóðmaður og síðani skipari í fleiri ár, áðrenn eg gjørdist stjóri í JFK Trol. Og sum fyrrverandi sjómaður freistist eg onkuntíð at hugsað, at manningin skal bara gera, sum vit plaga – trygt og gott. Men heimurin er nógv broyttur, tí mugu vit eisini áhaldandi eftirhyggja okkara arbeiðslag og endurskoða okkara hugsanir um arbeiðsumhvørvið.

Tað er gott, at vit hava sjófólk, sum starvast hjá okkum í drúgt áramál. Eitt greitt tekin um, at vit hava góð og trygg arbeiðsviðurskifti, men við hesi altjóða góðkenningini skjalfesta vit mótvegis umheiminum, at vit arbeiða sambært hægstu krøvum til handfaringini av manningini. Innanhýsis gevur tað okkum eisini áræði og høvi til støðugt at menna okkum sum eitt gott og trygt arbeiðspláss, tá ein óheftur triði partur javnan eftirhyggur hesi viðurskifti.”

Formliga góðkenningin er nevnd Responsible Fishing Vessel Standard (RFVS), sum er ein sjálvboðin góðkenning fyri hvørt fiskifar fyri seg. JFK Trol hevur givið GSA innlit í og skjalfestingar fyri eini røð av manningarviðurskiftum í samband við tilgongdina. Reiðaríið skal við hesum standa inni fyri, at manningin verður rættvíst viðfarin, fær hóskandi uppvenjing, og arbeiðir sambært góðum og tryggum viðurskiftum tá umræður samsýning, máltíðir og hvílitíðir.

Góðkenningin RFVS er grundað á tvær meginreglur: (1) Skynsom leiðsla og trygdarskipanir, og (2) rættindi, tryggleiki og trivnaður hjá manningini.

Denturin á trivnaðin hjá manningini umborð er grundfest í konventiónum hjá eitt nú altjóða arbeiðsfelagsskapinum ILO. Standardurin var liðugt orðaður í 2020 eftir eina trý ára tilgongd. Í januar 2021 var fyrsta fiskifar góðkent, og Gadus er níggjunda fiskifari í heiminum at fáa góðkenningina.

Viðskiftafólkini taka væl ímóti
Eisini á bretska marknaðinum virðismeta tey, at Gadus nú hevur fingið hesa góðkenning. Soleiðis viðmerkti Andrew Crook, forseti í bretska National Federation of Fish Friers:

“Eg ynski JFK hjartaliga til lukku við hesi góðkenning til Gadus. Burðardygd er eitt stórt hjartamál hjá okkum øllum, men tað er serliga týdningarmikið fyri fisk og kips vinnuna. Tað er heilt avgerandi at tryggja, at fiskastovnarnir verða røktir burðardygt, og tí er fiskiskapurin hjá JFK eisini MSC góðkendur. Nú hevur JFK eisini fingið eina góðkenning, sum váttar, at manningin umborð á Gadus hava røttu førleikarnar og fáa røttu arbeiðsumstøðurnar sambært hægstu standardum. Tað er øgiliga gott at síggja, at so týðandi veitarar sum JFK velja at reka sítt virksemi samsvarandi hægstu krøvunum, tí so kunnu vit eisini njóta okkara fisk og kips í framtíðini.”

At viðskiftafólkini virðismeta góðkenningina er eisini ein av orsøkunum til, at JFK hevur brúkt tíð og orku upp á at fáa hana.

“Tað eru fleiri fyrimunir fyri JFK at fáa Gadus góðkendan”, greiður Hanus Hansen frá. “Mest upplagdi fyrimunurin er styrkta umdømið millum kundarnar í marknaðinum. Men enn størri týdning hevur tað, at vit øll í reiðaríinum kunnu vera errin av, at vit gera tað rætt: Trygt og rættvíst. Og at vit hava fingið ein høgt virdan altjóða felagsskap at veita okkum eina góðkenning, sum skjalfestir hetta.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo