Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fyrsta dagin í Mentanarvikuni tann 22. apríl fara Rynkeby súkklur úr hvør sínum heraðshorni í Runavíkar kommunu og seta kósina móti Skótahúsinum við Løkin. Gongufelagið og Roysnið gera seg eisini tilreiðar. 

Fólk frá Rynkeby liðnum eru við allan vegin og tey vegleiða, hvussu fólk skulu súkkla í rekkju Til ber at súkkla ein langan tein av bygd til Skótahúsið við Løkin ella styttri teinar, antin úr Skálafirði við EFFO ella við Glyvra skúla. Hesin seinasti teinurin hóskar sera væl til  familjur. Av trygdarávum súkkla fólk frá Rynkeby fremst og aftast. 

Team Rynkeby skráin sær soleiðis út:  

Funningur við Skúlan kl. 11:00
Elduvík við Skúlan kl. 11:00

Funningsfjørður við skúlan kl. 11.30
Oyndarfjørður við skúlan kl. 11:00
Skála við skúlan  kl. 12:00
Í Skálafirði við Effo kl. 12:30
Søldarfjørður við barnagarðin kl. 13:00
Lambareiði á eiðinum kl. 13:20
Æðuvík kl. 12:30 Súkkla til Glyvra skúla
Rituvík kl. 12:45 Súkkla til Glyvra skúla
Glyvra skúli kl. 13:40

Øll súkkla til Glyvra skúla og síðan verður súkklað saman til Skótahúsið, har setanin verður kl. 14.00

Tað er Roysniðsum stílar fyri renningina. Leiðin byrjar Niðri á Støð í Lamba kl. 13.20  og til Skótahúsið við Løkin.

Eysturoya Gongufelag skipar fyri gongutúri runt Toftavatn. Tey sum eru áhugaði at luttaka kunnu hittast við Skúlan við Løkin kl. 13:00.

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður sett 22. apríl sum er 2. Páskadagur. Á skránni verður millum annað tónleikur har Jassarnir framføra nøkur løg, síðani fer Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri at seta Mentanarvikuna 2019

At enda fara Allan Tausen og Edith Dahl Jakobsen framføra.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Skótahúsið við Løkin kl. 14:00.

Les meira um Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu á visitrunavik.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo