Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Hósdagin 16. desember letur nýtt gallarí upp í Havn, fyrsta framsýningin er við so navnframum listafólki sum Arnoldi Vegghamar, Eyðuni av Reyni, Astri Luihn og Kára Svensson.

Gallarí Havnará eitur nýggja framsýningarhølið, ið heldur til á niðastu hædd í søguligu húsunum har Tórs Cafeteria húsaðist.

Millum plantasjuna og Sjónleikarhúsið og mitt í áartutlinum er hetta lítla gallaríið ein lítil listarlid perla í Havn. Komandi tíðina fara skiftandi framsýningar at prýða veggirnar á gallarínum.

Tað eru hjúnini Bogi og Jóhanna Andreasen, ið eiga og reka gallaríið.

Framsýningin letur upp hósdagin 16. desember kl. 16.00

Fram til 22. desember eru opið hvønn dag frá kl 15.00 til 18.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo