Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í nýggjastu Gallup-kanningini fyri Føroysk Marknaðarfólk, so verður ikki spurt rætt, tá ið spurt verður um fólk lesa Vágaportalin.

Vágaportalurin broytti navn fyri trimum árum síðani, og hevur síðani tá itið VP.

Tí kann kanningin hjá Gallup ikki metast at vera sonn, men villleiðandi.

Eitt lýsandi dømi kundi verið, um Gallup spurdi, um fólk lesa Verdens Gang. Hvussu nógv høvdu vitað, hvat tað er fyri ein útlendskur miðil, er ilt at siga, men tey flestu kenna henda miðilin sum VG.

Tað eigur at vera fremsta uppgáva hjá einum kanningarstovni sum Gallup, altjóða kanningarstovni enntá, at spurningarnir, sum settir verða, eru sannir og ikki missvísandi.

At so Føroysk Marknaðarfólk varpa hesa kanning út í hvønn krók í landinum, ger ikki støðuna betri.

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo