Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nes, Hvalba 22.07.2019

Nes, Hvalba 20.07.2020

Nes, Hvalba 22.07.2019

Nes, Hvalba 22.07.2019

Nes, Hvalba 20.07.2020

Jens-Kjeld Jensen á síni heimasíðu: Í juli 2019 sóu vit 5 sera sjáldsamar blómur/plantur, sum vit ongantíð hava sæð fyrr: Fáblømt mýristrá, strandarseyðaleykur, bogin stør, sevkendur kveiki og ósasevsum ongantíð fyrr er skrásett í Føroyum, og sum tit kunnu lesa um í Frøði nr. 1, 2020. Tráðmjátt havgras er bert funnið eina ferð í Føroyum, og tað var í hesum ósanum; men tað sóu vit ikki.

Her ber til at síggja myndir av øllum blómunum/plantunum

Landsverk sendi lívfrøðingar at kanna vøksturin í lendinum frá landsvegnum til tunnilsmunnan, so stovnurin kundi fáa eina umhvørvisgóðkenning til Hvalbiartunnilin; men hesi vóru ongantíð í ósanum - tí hví skuldu tey tað?

20.07.2020 vóru vit aftur á Nesi. Tann fyrr so blómufylti ósin liggur nú undir ½ til 1 metrum av tjúkkari gráari evju, sum stavar úr tunlinum. Nógvur sandur er grivin upp úr ósanum og brúktur til fyllu inni í sjálvum tunlinum. Sjógvurin, sum fyrr rann aftur og fram runt í ósanum og fram við áarbakkanum, er nú mest uttanfyri. Vit funnu bara nøkur heilt fá bogin stør uttast í ósanum og eina tunna rond av ósasevi fram við bakkanum - alt annað liggur undir evjuni.

Kanska yvirlivir okkurt fræ, men ósin sum hann var, kemur ongantíð aftur.

Og so skjótt oyðilegði Landsverk eina av náttúruvakrastu perlunum í Føroyum. Um talan er um líkasælu, kleyvarskap ella reint og skært dugnaloysi, veit bert Landsverk.

Landsverk er stjóri og Articon stendur fyri arbeiðinum. Men hvør hevur so givið Articon lov at taka sandin í ósanum? Og hevur Umhvørvisstovan veruliga góðkent alt, sum gongur fyri seg har?

E.S. Klaga er send til Umhvørvisstovuna og Landsverk. Hana kunnu tit lesa her

Nes, Hvalba 20.07.2020

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo