Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit skulu als ikki bakka aftur til nakra gamla fiskivinnuskipan og gomlu lógina um vinnuligan fiskiskap.

Vit høvdu eina skipan, sum hildin var at vera tann rættað, men mín meting er, at tann gamla lóggávan var eitt klútateppi og óhóskandi at stýra og regulera fiskaríi eftir hjá einari fiskivinnutjóð. Fakta er eisini, at gamla skipanin varð ongantíð veruliga eftirmett fakliga og politiskt, men lappa og pjøssa til í 24 ár.

Men vit eiga at fara inn í nýggju skipanina objektivt og við opnum sinni at broyta uppá tey elementini, sum ikki virka rætt og nøktandi. Neyðugt verður at gera leypandi eftirmetingar. Vit skulu seta eina hóskandi royndartíð av til skipanirnar við uppboðssølu og menningarkvotum.

Grundarlag fyri stórrakstri og íløgum
Teir aktørar, sum vóru undir gomlu skipanini hava fingið ríkiligt ókeypis fiskatilfeingi, og hava onki at klaga um - sí myndina niðanfyri. Við makrelsemjuni við ES og strandalondini í 2012, so hava stóru aktørarnir ikki verið fyri vanbýti. Hesin ónormali vøkstur í veiðini frá 2010 er farin til 3-4 reiðaríir. Síðan eru so heili 85% luta út sum langtíðarloyvi.

Myndin niðanfyri vísir, at stóra hækkingin í kvotunum og útflutningsvirðinum hevur skapt grundarlag fyri stórrakstri hjá teimum fáu, sum virka í pelagisku vinnuni, umframat at skaptir eru góðir møguleikar fyri íløgum og innovatión. At ein lítil brøkpartur fer burturav til uppboðssølu og menningarkvotur hevur lítlan og ongan týdning fyri teir stóru aktørarnir, soleiðs sum gongdin hevur verið higartil.

Vit skulu eisini minnast til, at í gomlu lógini um vinnuligan fiskiskap frá 1994 stóð undir endamál, at …. ”dentur verður lagdur á, í umsitingini av hesi lóg, at varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga, við virðing fyri sambandinum millum ymisku dýra- og plantustovnarnar í havinum og meingi teirra, til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið.”

At seta í verk uppboðssølu og menningarkvotur, m.a. fyri at lata onnur í fiskivinnuni kring landið eisini sleppa framat, er tí als onki nýtt - politiski spurningurin er bara mátin at gera hetta uppá. Fyrr varð hetta praktiserað á ein meira afturlatnan hátt og nú á ein annan meira alment opnan hátt.

Halda fast við uppboðssølu og menningarkvotur
Vit skulu halda fast við, at mann hevur 15 -20%, sum mann lutar út ella selir til aðrar aktørar enn verandi - og gjørdi mann heilt rætt, so skuldu tað bara verði nýggir aktørar, sum undir givnum treytum, fingu loyvi at fáa lut i hesum 15-20 prosentunum.

Skipanin við uppboðssølu eigur at verða endurskoðað. Um hon skal halda fram, so má hon skipast á ein annan hátt.

Vit skulu eisini halda fast við, at mann hevur 8% til menningarkvotur. Gera serligar ásetingar um, at hesar ikki kunnu avhendast ella seljast øðrum. Eisini átti hesar menningarkvotur at verði broyttar til økiskvotur - tað er nokk rætt at kalla barnið tað tað veruliga skuldi eita.

Kvotaskipan fyri heimaflotan
Veiða eftir kvotaskipan er galdandi fyri heili 85% av okkara heildarveiðu.

Men stovnarnir undir Føroyum av toski og hýsu eru metlágir, so hví blíva við at tosa um eina fiskidagaskipan, sum er so fantastisk? Er hon nú tað, hava vit nøkur prógv fyri tí? Vit hava hinvegin prógv fyri, at kvotaskipanin virkar eftir endamálinum og er galdandi fyri so at siga alla okkara heildarveiðu og har vit hava bilateralar avtalur við onnur lond.

Menningarætlanir fyr botnfiskasløgini
Tað eiga at verða settar í verk umsitingarætlanir ella veiðireglur fyri botnfiskasløgini undir Føroyum, tosk, hýsu og upsa. Til samanberingar kann nevnast, at umsitingarætlanir (Recovery Plan) eru ásettar av ES fyri veiðu av pelagisku fiskasløgunum, sum vit sjálvi eru við til at fiska.

Umsitingarætlanir skulu tryggja eina forsvarliga stovnsrøkt og langtíðarjavnvágir við at stilla veiðiorkuna eftir, hvussu stovnarnir eru fyri. Harafturat skulu hesar ætlanir byggja á fakligar og lívfrøðiligar avgerðir galdandi 4 ár í senn - á henda hátt slepst eisini undan tí ”sirkus”, sum er á hvørjum ári um áseting av fiskidøgum.

Mugu hyggja frameftir
Politisku retorikkurin um fiskivinnuna er til tíðir óbúgvin og beinleiðis skaðiligur fyri framtíðarplanlegging - politiska eksponeringin av trupulleikum er ekstrem, meðan dirvið til politisku loysnirnar vantar.

Vit kunnu ikki blíva við at brúka hesa høvuðsvinnu sum partapolitiska kastibløku.

Tíðin er komin at skapa breiðar politiskar semjur og stabilitet.

Johan Dahl

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo