Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit ynskja sjálvandi stovninum alt tað besta við ætlanunum at byggja nýtt. Undirritaði skal í stuttum greiða frá søguni um Sjóvinnustýrið og bygning okkara inni á Støð 22 í Miðvági.

Hetta er eitt svar til ósakliga lesarabrævið hjá Frank Davidsen, har hann leggur eftir Jørgeni Niclasen í grein á VP.

Í somu grein brúkar Frank grovar ósannar pástandir um bygningin, ið Sjóvinnustýrið húsaðist í í 15 ár.

Endamálið var at sverta Jørgin Niclasen og tí stórfingnu verkætlan, sum Jørgin Niclasen saman við øðrum framdi, tá Skipaeftirlitið bleiv Føroyskt og stovnurin fekk eitt pláss í Vágum.

Hesir ósonnu pástandir kunnu ikki standa ósvaraðir.

Vit hava ongantíð viðmerkt málið alment og tí veruligu orsøkina ella tí neiligu umtaluna, sum enn koyrir í fjølmiðlunum, tá Sjóvinnustýrið fyribils flutti út úr bygninginum inni á Støð 22 í Miðvági.

Neiliga umtalan hevði við sær, at almenna fatanin bleiv, at bygningurin ikki skuldi vera egnaður til stovnin, og at bygningurin var fullur av soppi, og at tað var høvuðsorsøkin til, at stovnurin flutti út.

Sannleikin er ein heilt annar.

Á hurðini inn til bygningin stendur enn skeltið, at stovnurin er fyribils fluttur. Hví? Tí ein arbeiðsuppgáva skuldi gerast, og hví hon ikki bleiv gjørd verður stutt lýst niðanfyri.

Tá Sjóvinnustýrið (tá Skipaeftirlitið) skuldi flytast úr Havnini vestur í Vágar, bleiv tað bjóðað út, og eg skilti, at fleiri bygningar vóru at velja í millum.

Bygningurin inni á Støð bleiv útvaldur, og tað vóru fakfólk frá Landsverk, sum stóðu fyri tí partinum.

Betongkassin, sum Frank kallar bygningin, var sera væl egnaður til endamálið. Staðsetingin var framúr góð, støddin var tann rætta við møguleika hjá stovninum at vaksa og økja fermetrarnar, skuldi tað verði neyðugt.

Eisini kommunan játtaði, at bygningurin kundi útbyggjast eystureftir, um ein framtíðar tørvur varð fyri tí. Tað var táverandi landsarkitekturin saman við táverandi stjóranum fyri Sjóvinnustýrinum, sum sýndu bygningin, og sum valdu, hvar stovnurin skuldi húsast.

Eg minnist, hvussu bilsin Landsarkitekturin var av bygninginum, handverkinum og hvussu sterk betonggólvini í miðhædd og loftshædd vóru gjørd, eisini av hvussu væl teir armeraðu betongbjálkarnir vóru samantvinnaðir í tí samlaðu stoypingini.

Eisini undraðist hann stórliga yvir teir sermerktu betongstoyptu vindeygakarmarnar, eitt hondverk á sera høgum støði.

Alt var gjørt í 1930’num av dugnaligum handverkarum, sum vóru langt frammanfyri sína tíð.

So bygningurin fekk bestu viðmæli frá serkunnleikanum.

At bygningurin ikki skal verða egnaður
Arkitekturin Marita Weihe, sála, bleiv vald at innrætta bygningin til Sjóvinnustýrið, og endaliga uppskotið og lidna loysnin fekk sera jaliga umtalu av øllum.

Ja, so góða umtalu, at ríkisfundurin millum Danmark, Føroyar og Grønland bleiv hildin í bygninginum tað árið, alt var liðugt. Stórar upphæddir blivu brúktar til at røkka besta úrsliti. Øll ynskir, sum stovnurin hevði til bygningin og innrætting blivu framd.

Seinni vóru tvær útbyggingar gjørdar, tí stovnurin fekk fleiri uppgávur og fleiri starvsfólk. Tann síðsta størra útbyggingin var meðan Tommy Petersen var stjóri og Vilhjálmur Gregoriussen, sáli, deildarstjóri, og tá brúkti stovnurin MAP arkitektar sum ráðgeva. Tá varð ovasta hædd økt við umleið 80 fermetrum, og ymiskar broytingar gjørdar í innrætting, og skjalagoymslan varð víðkað og flutt frá miðhæddini niður í kjallarahæddina.

Eisini varð ventilatión uppsett í øllum trimum hæddunum. Ventilatiónin bleiv vald aftaná, at stovnurin hevði ráðført seg við umboð fyri veitaran og aftaná at hava tosa við kundar, sum høvdu keypt líknandi loysnir.

Undirritaði veit, at stjórin saman við øðrum hevði tosa við umboð frá Studentaskúlanum í Hoydølum, sum høvdu keypt somu ventilatiónsskipan til skúlan.

Afturat hesum vóru møguleikar at víðkað skrivstovufermetrarnar innanfyri verandi karmar og matrikul við 240 fermetrum. Tilsamans eina gólvvídd uppá góðar 800 fermetrar.

Veruligi standurin á bygningum og truplar fíggjarligar tíðir
Tað er mín greiða sannføring, at vit sum útleigari, royndu alt vit kundu fyri at fremja tær neyðugu ábøturnar og ynskir hjá stovninum, men fíggjarstøðan tey síðstu árini hjá táverandi móðurfelagi gjørdi tað sera trupult at halda hesar skyldur.

Støðan var íkomin av eini størri verkætlan, sum hevði miseydnast, og sum síðan gjørdist effektiv aftaná bankakreppuna í 2008.

Tað var eitt eyðmýkjandi og strævið tíðarskeið, og eg duldi ongantíð støðuna fyri stjóranum í Sjóvinnustýrinum ella tørvin av neyðugu ábótunum, ið skuldu gerast, fyri bankanum. Felagið hevði negativt gjaldføri, og tí var tað í síðsta enda bankin, sum avgjørdi, hvat bleiv gjørt.

Tað var ikki fyrr enn tolið var uppi hjá leiðsluni á Sjóvinnustýrinum, og leigusáttmálin var í vanda, at bankin byrjaði at taka málið álvarsligt. Hetta var aftaná, at rennisót byrjaði at vísa seg í kjallarahæddini. 

Tvær støðumetingar av bygninginum blivu gjørdar av fakfólki, og báðar metingarnar komu til nærum sama úrslit. At 99% av tí, sum loysti tørvin, var at bjálva og klæða bygningin.

Ein verkætlan bleiv fyrireikað, har bygningurin skuldi bjálvast betur, og bjálvingin skuldi leggjast í nýggja klædning uttaná bygningin. Eisini skuldi drenast og isolerast á útveggin í kjallara hædd niðan ímóti vegnum, sum gongur framvið bygninginum. Øll vindeygu skuldu flytast út í nýggja klædningin, og nýggj vindeygu skuldu setast í miðhæddina og í loftshæddina. Eisini skuldi tað bjálvast betur undir og kring karnappin, har matsalur og fundarhølið var.

Í hesum var eisini eitt ynski hjá stovninum, at bygningurin fekk eitt “facelift” uttaná. Eisini hevði kommunan játtað, at stovnurin fekk eitt parkeringsøkið á eystursíðuni til 15-20 bilar.

Ein kostnaðarmeting bleiv gjørd, og bankin játtaði í skrivi, at teir komu at fíggja íløguna.

Arbeiðið bleiv boðið út, og P/F Articon hevði lægsta tilboðið, og arbeiðið skuldi gerast skjótast gjørligt.

Um somu tíð flutti stovnurin fyribils út í eitt høli við flogvøllin. Hetta er aftaná, at Arbeiðseftirlitið metti, at tað var betur og tryggari fyri starvsfólkini ikki at vera í bygninginum, ímeðan arbeiðið bleiv gjørt.

Avgerðin at flyta út bleiv grunda á eventuellar bitlar, sum kundu standast av at reinsa rennisótið kring kaminina í kjallarahæddini.

Órímiligar treytir
Stígur kom í, tá Bankin kom við eyka treytum fyri fígging. Kravt varð eftir sølufulltrú í øðrum bygningi, ið felagið átti, omaná allar trygdirnar, krossborganir og trygd í leigugjøldum, sum bankin hevði frammanundan. Av ringum royndum í øðrum málið bleiv kravið um sølufulltrú vrakað.

Tá bankin ikki vildi sleppa kravinum, bleiv stjórin fyri Sjóvinnustýrið kunnaður, at vit ikki settu arbeiðið ígongd um bankin ikki broytti hesa óneyðugu og órímiligu treyt.

Undirritaði veit eisini, at stjórin fyri Sjóvinnustýrinum av sínum eintingum var á fundi við bankan fyri at royna at loysa støðuna.

Tíverri varð avgerðin ikki broytt, og seinni bleiv leigusáttmálin uppsagdur. Hetta førdi við sær eina røð av trupulleikum og frustratiónum, sum Sjóvinnustýrið skuldi ígjøgnum, og tað hevur harmað undirritaða nógv.

Tíðindamiðlarnir í Havn hava ikki liðið á løtu síðuni, tá tað kemur til at varpa neiligan tíðindaflutning út hesum viðvíkjandi, ofta á ógrundað uppáhald.

Niðurstøða
Vit hava fingið fleiri jaligar viðmerkingar frá starvsfólkum í Sjóvinnustýrinum gjøgnum árini um bygningin, har tey sakna góðu umstøðurnar.

Uttan at fara longur inn í tað, so hava tað tíðan verri eisini verði røddir gjøgnum árini, sum hava arbeitt fyri, at skrivstovan helst skuldi til Havnar.

Tað er serkunnleikin, sum í síni tíð valdi bygningin, tí hann er framúr væl egnaður til endamálið og kundi nøkta tørvin hjá stovninum nógv ár fram.

Tað er eisini serkunnleikin, sum stovnurin hevur brúkt, til at innrætta og framhaldandi menna bygningin og arbeiðsplássið hjá Sjóvinnustýrinum, ta tíð tey húsaðust har.

Vit fyrihalda okkum ikki til uppspunnar søgur, og hava ikki áhuga at gerast partur av nøkrum politiskum runukasti, sum hevur onki við okkum at gera.

Vit eru kedd av, at tað endaði soleiðis, tí ein góð loysn var á borðinum.

Vit hava stórar ætlanir fyri bygningin, sum skulu fremjast aftaná, at okkara byggiverkætlanin á Hillingatanga 4 er liðug.

Bygningurin inni á Støð kemur at verða ein sannur gripur við bestu staðseting við sjóvarmálan í Miðvági.

Vegna, Sp/f Fastogn
Jákup S. Joensen
Stjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo