Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Fyri nøkrum árum síðani gav ein tilkomin maður mær avrit av eini bøn, ið var skrivað við dyrnar inn í eina enska kirkju í 1610. Tann biðjandi kendi sannleikan, at elli fær okkum at stúra fyri hvørjari brekku.

Tann tilkomni maðurin kendi á sær, at mátturin viknaði, og førleikin var ikki tann sami. Lyndið broyttist samsvarandi og gjørdist heldur tvitið. Tað ljósa lyndið fór spakuliga at knarra og gremja seg.

Enska bønin frá 1610 er okkum tilkomnu ein áminning um ikki at knarra óneyðugt og seta órímilig krøv til børnini og tað yngra ættarliðið.

“Harri, tú veitst betur enn eg sjálvur, at eg eri farin at eldast og skjótt verði gamal. Halt mær frá tí ræðandi vana at halda, at eg neyðturviliga má úttala meg um hvørt eitt mál við øll givin høvi.

Loys meg frá trongdini at royna at greina tað, ið onnur takast við.

Ger meg umhugsnan, men ikki dapran av lyndi, hjálpandi, men ikki ov beinasaman.

Tá hugsað verður um mítt stóra mál av vísdómi, tykist tað óheppið ikki at gagnnýta vísdómin til fulnar. Men, tú veitst, Harri, at tað gagnar mær at eiga nakrar vinir líka til tað síðsta.

Fría meg frá trongdini alla tíðina at reksa upp eina endaleysa rúgvu av smálutum. Gev mær hegni at koma skjótt til kjarnuna í málinum.

Las varrar mínar fyri orð um mína egnu kvøl og pínu. Orðini gerast størri og verða fleirfaldað, so hvørt hugurin at grenja økist við aldrinum.

Eg havi ikki dirvi at biðja um betri førleikar at minnast, men um størri mál av eyðmýkt, tá ið míni sjónarmið tykjast at vera í andsøgn við útsøgnina hjá øðrum. Lær meg ta stillu sannføring, at eisini eg kann mistaka meg.

Ger meg rímiliga lættan at umgangast. Eg havi einki ynski um at gerast eitt halgimenni, tí nøkur teirra eru torfør at halda út. Men, eitt tvitið og beiskt fólk er sveinastykki hins ónda.

Gev mær evnini at síggja nakað positivt, har eg minst av øllum væntaði tað. Lat meg varnast góðar eginleikar hjá menniskjum, har eg als ikki roknaði við tí.

Og gev mær fram um alt náði at siga tað góða við tey.”

Bønin vellir fram úr einum eyðmjúkum menniskja, sum í trúgv hevur sæð lívsins djúpa sannleika, at fáur er uttan lýtir og enn færri eru fullkomin. At kenna sína styrki og veikleikar gevur eina sinnisliga javnvág. Vit tilkomnu halda viðhvørt, at vit vita nógv meira enn tey ungu og yngru.

Jú, vísdómurin kemur við árunum, og vitan og vísdómur spinna saman tráðin úr gulli. Eitt annað er at megna kynstrið at handfara vitanina á vísan hátt.

Tað er óheppið, um vit meta børn og barnabørn á einum lægri støði. Tað er sjáldan álitisvekjandi, um vit altíð halda, at vit duga alt betur enn onnur. Tey ungu í dag eru væl fremri enn tey flestu av okkum vóru fyri hálvari øld síðan.

Bønin kom fram fyri meg, nú vit lata samfelagið uppaftur. Vit hava hoyrt yngri sum eldri úttala seg um óttan fyri Covid-19, og hvat einsemi í ótta ger við fólk. Hetta er eitt stórt og fjølbroytt evni.

Vit mega taka okkum stundir at lurta uttan at koma til ta niðurstøðu, at talan er um knarr og grenj. Bæði yngri og eldri mega hava tol hvør við øðrum. Eyðvitað skulu øll hava rætt at siga sína egnu søgu.

Men, tað hendir nakað við árunum, og sinnisligar broytingar kunnu vera sjónligar. Tann gamla bønin biður, at ellisárini ikki elva til tvitið og tvørligt sinnalag. Alt samskifti millum menniskju gongur lagaligari, um hugburðin føðir ein jaligan tóna.

Tað má ikki henda, at vit í ellisárum koma at sita einsamøll, tí vit onkursvegna verða uppfatað sum ómøgulig menniskju. Fáur kennir seg í longdini væl í einum bólki ella felagsskapi, har tað týðiliga kemur til sjóndar, at vit eru undirmett. Mongum er tað avbjóðandi áhaldandi at hoyra útsagnir frá einum, ið heldur seg vera betur vitandi.

Ásannað verður, at yvirskipaðar útsagnir sjáldan eru allur sannleikin. Tilveran kann veruliga vera so svár og nívandi, at torført er at siga nakað ljóst, uppbyggiligt og gott.

Eru vit hjástødd í lívsins ódnarveðri, so er tað enn meira misvísandi, at vit knarra um smærri mál. Gagnligt er at vera eyðmjúkur, tolin og sjálvrannsakandi. Óhóskandi er atburðurin, um vit halda okkum kenna støðu næstans betur enn viðkomandi sjálvur.

At gerast gamal og væl nøgdur, tað skapar ein heim av vælveru. Hvør dagur er ein ein gáva frá Guði, og morgindagurin er ikki ein sjálvfylgja. Amen.

Orðið: “Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanfrá og kemur frá faðir ljósanna.” (Jákup 1,17).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo