Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leitað verður aftur á gamlar gøtur, nú gamlir skótar frá Føroya Skótasambandi skipa einum komsammen 27. apríl. Tað hevur tó ikki eydnast, at fingið fatur í øllum, ið plagdu at skótast við teimum gulu (og bláu!), og tí verður roynt at finna fram til teirra henda vegin.

Byrjað verður við busstúri frá Skótahøllini við Havnará niðan á Lambafelli kl 16.00, har skipað verður fyri stuttum gongutúri á umleið ein tíma.

Síðani koyrir bussurin oman aftur í Skótahøllina, og borðreitt verður við nátturða frá Leif Sørensen, meðan skrøggað verður um gamlar dagar.

Tey, ið framvegis ikki hava boðað frá luttøku, men sum kundu hugsað sær at verið við, kunnu boða Tryggva Sondum frá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo