Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hugsaði við mær sjálvum, tá fiskimálaráðharrin setti á stovn sína egnu gávubúð í Fiskimálaráðnum, man hann veruliga halda, at hann persónliga eigur hesar kvotur, sum hann uttan at skammast og uttan nakra veruliga grundgeving letur reiðarum?

Stóru línubátarnir høvdu havt kanska besta árið í áratíggjur, og tí gav tað als onga meining at veita eyka stuðul til hvørki uppsjóvarflotan – tað mátti verið sjálvsagt – ella stóru línubátarnar, ið júst høvdu fingið tillutað alla kvotuna á Flemich Cap, umframt at hesi skipini hava íslandskvotu og kunnu royna næstan heilt inn á smábátaleiðirnar.

Hvat hevði hent, um danski ella norski fiskimálaráðharrin gjørdi eftir sama leisti og gav reiðarunum á teimun fiskiførunum, sum frammanundan høvdu tær allarbestu kvoturnar, eina beinleiðis gávu?

Tað hevði verið eitt ramaskríggj, bæði frá almenninginum og ikki minst frá donsku og norsku fjølmiðlunum.

Tí loyvi eg mær at spyrja tað sama sum stjórin á Fiskavirkinum í Gøtu gjørdi í Degi og Viku her fyri: Hvar eru fjølmiðlarnir?

Kringvarpið við Jón Brian Hvidtfeldt á odda var á gosið alt seinasta samgonguskeiðið, tá um ikki annað ein roynd var gjørd at býta fiskiríkidømið javnari. Nú hvøttir ikki úr teimum, tá alt verið latið nøkrum fáum reiðarum fyri onki.

Páll Gregersen hevur í áratíggjur bert havt uppboðsøluna av veiddum fiski at líta á, meðan kappingarneytarnir eru stór virki, sum sjálv eiga skip við fiskirættindum, og tí hava stóran kappingarfyrimun. Alíkavæl hevur hann við dugnasemi og uttan almennan stuðul megnað at rikið eitt av teimum stóru og mest støðugu arbeiðsplássunum í landinum.

Tí er tað óskiljandi, at Jacob Vestergaard og restin av samgonguni nú tryggjar teimum, sum frammanundan hava allan fyrimunin, eyka kvotur fyri milliónir hvørt ár.

Verður hesin stuðul tryggjaður í tólv ára skeið, líkasum hjá uppsjóvarskipunum, so líkist hetta meira og meira beinleiðis korruptión. Hetta er so politikkurin hjá tí tí sokallaða ”fría iniativinum”.

Tað má sigast at vera lagnunar speisemi, at sjálvútnevndi sjefideologurin hjá Fólkaflokkinum, Bjarni Djurholm, í tíð og ótíð ákærir flokkarnar á vinstraveinginum og Framsókn fyri politiska útluting og fyri at gera seg inn á privata initiativið, sum jú er júst tað, sum Fólkaflokkurin nú hevur gjørt seg til talsmann fyri.

Munurin er bert tann, at meðan flokkarnir á vinstraveinginum stuðla vælferð og samhaldsfesti, vísir Fólkaflokkurin nú sítt sanna andlit. Fyri tey á ovastu rókum er einki óført hjá tí sokallaða ”frísinnaða ” Fólkaflokkinum. Undan valinum dróg flokkurin eina rúgvu av pensionistum uppá tráð við at lova teimum 2.000 skattafríar krónur um mánaðin, um tey valdu Fólkflokkin. Og tann lygnin var helst avgerðandi fyri, at flokkurin vann løgtingsvalið.

Meðan heilsumálaráðharrin stríðist við, um hann skal seta eitt brúkaragjald á Heilsutrygd, fyri at stovnurin skal vera í fíggjarligari javnvág, so letur Jacob Vestergaard reiðarunum á teimum stóru línuskipunum ein kekk uppá 1,5 millónir krónur í kvotuvirði um árið – verður tað galdandi í 12 ár, verður tað til 18 milliónir krónur til hvønn reiðara.

Og sjálvt um sjálvur uppsjóvarflotin longu hevur nærum 100 prosent av samlaðu uppsjóvarkvotunum, so varð helvtin av kvotuhækkingini tillutað teimum afturat.

Menn vesturi í Vágum høvdu lagt nógv fyri og ogna sær eitt stásiligt uppsjóvarskip, og hækkingin av uppsjóvarkvotu hevði komi væl við hjá millum annað Katrin Jóhonnu. Men tað hevði Jacob Vestergaard og Fólkaflokkurin ongan áhuga í – hvaðani er formaðurin í hasum flokkinum forrestin?

Ímeðan situr Sambandsflokkurin kúrrur og lítur á og letur fíggjarmálaráðharran og fiskimálaráðharran spæla við seg úti í Tinganesi.

Frank Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo