Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Endamálið hjá Reyða Krossi er at hjálpa, har neyðin er størst, bæði kring heimin og í Føroyum.

Reyði Krossur arbeiðir tí eisini fyri at hjálpa, har tørvur er á tí her í Føroyum. Gjøgnum alt árið hava bæði einstaklingar og familjur, ið ikki eru so væl fyri fíggjarliga, møguleika at ringja til Mat- og Klædnahjálpina hjá Reyða Krossi á tlf. 283670. Hetta er ein dulnevnd og ókeypis tænasta, ið veitir góðan mat og klæðir til umsøkjarar.

Tá tað stundar til jóla, letur Reyði Krossur eisini gávukort til tær barnafamiljur, sum Barnabati hjálpir við jólahjálp. Gávukortini verða latin Barnabata, sum leggur eitt gávukort til hvørja játtaða umsókn. Við góðum stuðli frá FK, letur Reyði Krossur sostatt 264 fíggjarliga sperdum familjunum eitt gávukort áljóðandi kr. 1.000.

Reyði Krossur takkar Barnabata og Føroya Keypsamtøku fyri gott samstarv, og ynskir øllum føroyskum barnafamiljum eini gleðilig jól.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo