Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

KVF: - Um tú ikki spældi Gekk, so hugdi tú eftir Gekkinum.

Tað sigur Rudolf Joensen, sum var fyrsti gekkaverturin. Í nógv ár var hann ímyndin av bingospælinum. Rudolf var vertur at kalla hvørja viku frá 21. februar í 1997 og átta ár fram. 

Rudolf minnist, at tað hvørja viku var ein gekkavinnari úr Suðuroy, men tað gingu fleiri vikur, áðrenn tað fyrstu ferð var ein vinnari úr Vágum.

- Søgur fóru at ganga um, at tað m.a. var ein knútur á telefonkaðalinum til Vágar, og fólk ringdu eisini til mín at siga, at okkurt mátti vera galið, sigur hann brosandi. 

Sjálvur fekk Rudolf Joensen heitið Gekka Rudolf. 

- Tað var eitt sindur skelkandi, at so stórur áhugi var um mín persón. Bindiklubbar ringdu og vildu vera við, at eg var í familju við onkra teirra. 

Hoyr bæði Rudolf Joensen og Trónd Djurhuus, táverandi sjónvarpsstjóra, greiða frá, hvussu fyrsta tíðin var, og hví farið varð undir gekkaspælið.

TRÝST HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo