Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Vit hittust á páskum. Tá hildu vit báðir, at hann var við at koma fyri seg, eftir at koronan nærum hevði tikið lívið av honum. Men skjótt er Harranum um, sum tikið varð til.

Georg kendi eg heilt frá barnsbeini av suðuri í Sumba. Omma mín búði beint omanfyri Samkomuhúsið, og tá Georg var vorðin nóg gamal til at gera ein tónleikabólk og at fáa loyvi at venja í Samkomuhúsinum, tá var klausulur í avtaluni, at spælast mátti ikki millum trý og fýra seinnapart, tí tá svav omman. Og Gud náði tann, ið breyt ta avtaluna.

Omman var reystmælt, og einaferð Georg hevði larmað nakað illa, og seinni um dagin varð sendur í húsini at selja lutaseðlar, so tordi hann ikki inn til ommuna.

Gjøgnum árini hava vit samskift nógv, seinastu 12 árini oftast á telduposti og á Messenger. Mest um søgu, slekt og mál - og ótrúliga nógv stuttligt um ætt og ættarbregði. Georg visti væl um ættarsøgu. Og tá annarhvør søldfirðingur hevur sumbiarblóð í æðrunum, so hevði eisini tað hansara stóra áhuga.

Einaferð skrivaði Georg, at mann kundi síggja á gongulagnum, um menn vóru sumbingar. Tí sumbingar mala av ymsum ættum, sum veðurspáin sigur, segði Georg.

- Flestu eldri sumbingar mólu um seg sjálvar kant av kanti. Eg veit ikki, um tað var tí, at geilir ella rásir lógu soleiðis, og tað síðan hekk við, tá koyrivegir komu, ella tað vóru hyljar og dík, sum gjørdu tað. Eg havi tað sjálvur soleiðis, reni meg í fólk, t.d. tá eg gangi á Strøgnum.

- Men eg veit, at klossurnar, teir evnaðu til í gomlum døgum, tær vóru altíð í størra lagi og gingu í arv. So nógv bygdarfólk hava tað við at draga beinini eftir sær – og tað er vælkent, at mann útfrá gongulagnum kann gita, hvat slagið er, segði Georg.

Soleiðis fekk Georg stuttleika burturúr tí mesta. Einaferð høvdu sumbingar sent eina lýsing um seyðauppboðssølu til útvarpið, sum var skrivað við ljóðskrift. Hon ljóðaði:

“Uppboðssøla av verajólingon verður á ólafløtti klokkan tvey leygardajon seirrapart”.

Tá lýsingin kom í útvarpið, var tað Ívar, ið las:

“Uppboðssøla av veðragjólingum verður hjá Óla á Fløtti leygardagin kl 14.”

Georg segði, at tá lýsingin varð lisin, gjørdust gomlu sumbingarnir so skakkir, at teir frístu alt snúsið úr klivanum.

Soleiðis komi eg at minnast Georg. Í hvørji samrøðu kom hann við onkrari góðari. Tónleikaliga hava vit onki havt við hvønnannan at gera. Bara kenst og hava samskift um leyst og fast gjøgnum árini. Altíð hugaligur, sprenfullur í góðum hugskotum og altíð við eini stuttligari um familju ella sambygdafólk.

Einaferð fyri mongum árum síðan gistu Sonne Smith og eg Eystan Á í Sumba og upplivdu ein heilt sjáldsaman blíðskap. Seinni hava konan og eg roynt tað sama, tí Georg var við at forsyndast av, at vit ætlaðu á hotell. Ikki tvassa. Leyst og liðugt, nátturðin klárur og songin reidd. Vit samarbeiddu eisini nakað um mentanarstevnuna Ment tað eina árið.

Tann bleyta síðan av Georg kom veruliga fram í sjónvarpssendingini um tey, ið vórðu harðast rakt av korona. Tá sótu vit og táraðu saman við honum. Men at hetta skuldi taka knekkin á honum vardi okkum ikki, serliga nú so stutt var síðan, vit hugnaðu okkum eina løtu umborð á Norrønu.

Ómetaliga syrgiligt. Vóni tit avvarðandi øll finna styrk í sorgini. Eg fari altíð at minnast Georg sum ein stuttligan og hollan vinmann, stutt sagt sum eitt ótrúliga fitt og vælmeint fólk.

Við samkenslu.

ój

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo