

Ger eina íløgu í teg sjálvan – Skeið í positivari sálarfrøði á Hilton, fríggjadagin.
Nær: 27. november 2020
Hvar: Hotel Hilton, Tórshavn
Prísur: 2.000 kr.
Melda til: kittymay(at)kittymay.fo telefon nummar 500500
Skeiðið er fyri teg, sum ætlar at arbeiða við tær sjálvum og fáa meira burturúr tínum evnum og møguleikum. Positiv sálarfrøði verður í dag nýtt í vinnulívinum, í ítrótti, í skúlum, á barnagørðum og hjá tí almenna. So skeiðið vendir sær eisini til starvsfólk, sum arbeiða við menniskjum.
Innihaldið í skeiðnum:
•Styrk tín hugsunarhátt og tín hugburð
•Halt teg ikki aftur og brúka tínar styrkir
•Fáa meira slagkraft og ávirkan
•Fá meira arbeiðsgleði
•Hav eina positiva tilgongd til lívið og røkk tínum málum
•Ver sterk/ur
•Vinn á tínum mørkum og forðingum
Málbólkurin:
Øll, ið vilja styrkja seg sjálv bæði heima og til arbeiðis. Øll, ið arbeiða við ella fyri onnur menniskju.
Undirvísari:
Kitty May Ellefsen er master i positivari sálarfrøði frá Aarhus universiteti. Hon hevur eisini skrivað bøkurnar “Frá reyðvíni til maraton” og “5 lyklar – Hav ræði á tær sjálvum og ger restina av lívinum til tað besta í lívinum”.
Ská fyri dagin:
Kl. 08.30 Morgunmatur
Kl. 09.00 Hvar er positiv sálarfrøði?
Kl. 10.00 Steðgur
Kl. 10.15 Hugsanarháttur
Kl. 12.00 Ábit
Kl. 13.00 Finn og brúka tínar styrkir.
Kl. 14.00 Styrkitest
Kl. 15.00 Kaffi steðgur
Kl. 15.30 Slagkraft og ávirkan. Arbeiðsgleði
Kl. 16.00 Liðugt
Melda til: kittymay@kittymay.fo ella ring 500500. Kostnaður 2.000 kr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo