Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd av heimasíðuni hjá Vága Floghavn

Mynd av heimasíðuni hjá Vága Floghavn

Mynd av heimasíðuni hjá Vága Floghavn

Landsstýrið heldur tað vera skilagott at royna eina FAS-líknandi skipan sum eitt átak at gera føroysku flogvinnuna meira kappingarføra, tá ið hon aftur fer at taka dik á seg, sigur fíggjarmálaráðharin, Jørgen Niclasen í viðmerkinbgunum til uppskotið.

 

- Sambært samgonguskjalinum er avtalað, at ein FAS-líknandi skipan fyri flogfeløg skal kannast. Flogvinnan er undir stórum trýsti, og neyðugt er at tryggja flogvinnuni kappingarførar karmar, tá ið hon aftur fer at taka dik á seg.  

 

- Talan er um eina generella skipan, sum bæði er galdandi fyri føroysk og útlendsk feløg, sum eru fult skattskyldug í Føroyum.

 

- Flogvinnan er vorðin alt meira merkt av kapping tvørturum landamørk. Flogfeløg skráseta seg í lágskattalondum. Eisini norðurlendsk flogfeløg hava latið seg skráseta í lágskattalondum – kanska serliga í Írlandi.

 

- Føroysk flogvinna hevur góð 30 ár á baki og hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið.  Føroyska flogvinnan hevur áleið 200 ársverk. Tað er umráðandi, at hon framhaldandi er kappingarfør, eisini ímóti flogfeløgum, sum kunnu flúgva til Føroyar og eru skrásett í lágskattalondum. Flogvinnan er eisini ein týðandi súla undir vaksandi ferðafólkavinnuni her á landi, og hevur hon eisini stóran týdning fyri eina aðra súlu undir føroyska búskapinum, nevnliga føroyska arbeiðsmegin, sum siglir og arbeiðir uttanlands.

 

- Tað kann vera dýrt at reka flogvinnu úr Føroyum og tí er týðandi, at føroysk flogvinna kann vera so kappingarfør sum til ber.

 

- Eins og við skiparakstri er talan um eina altjóða vinnu hvørs virksemi gongur fyri seg bæði í Føroyum og uttanlands. Føroyingar settu á stovn FAS-skattaskipanina fyri millum annað at styrkja kappingina hjá føroyskum reiðaríum. Flúgving millum lond kann samanberast við sigling millum lond.

 

- Landsstýrið heldur tað tí vera skilagott at royna eina FAS-líknandi skipan sum eitt átak at gera føroysku flogvinnuna meira kappingarføra.

 

- Føroysk flogvinna verður hart rakt av koronafarsóttini. Øll flúgving við umheimin er skerd, og tað merkir, at fá starvsfólk starvast í flogvinnuni í Føroyum í dag, meðan restin av starvsfólkunum eru farin í ALS-serskipanina. Tá ið flúgvingin fer at taka seg upp aftur eftir kreppuna er neyðugt, at føroysk flogvinna er kappingarfør við flogvinnuna í øðrum londum.  

 

Sí uppskotið her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo