Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

BankNordik: Gerda Danielsen, sum hevur starvast í BankNordik í 49 ár, fekk á samkomu fyrr í vikuni viðurkenningina ”Den Kongelige Belønningsmedalje”, sum verður latin fyri trúgva, drúgva og sera góða tænastu.

Sum 18 ára gomul byrjaði Gerda sum lærlingur í táverandi Føroya Banka tann 2. september í 1968, og hon hevur síðani starvast innan ymisk øki í bankanum í útvið hálva øld, uttan íhald.

Øll árini hevur hon við sínum holla kunnleika, eldhuga og dugnasemi verið ein dyggur stuðul hjá starvsfelagunum.

Gerda hevði sín seinasta arbeiðsdag fyrr í vikuni, og í BankNordik fegnast tey um at kunna heiðra hana við kongaliga heiðursmerkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo