Ímillum allar lovprísanirnar sum javnan eru frammi frá útlendskum ferðafólki í Føroyum eru viðhvørt eisini nakrar, sum siga nakað annað.
Ein slík stendur at lesa í netmiðlinum Fodor's travel, har skrivað verður um ferðamál kring allan heim.
Ein brúkari, sum hevur verið í Føroyum, hevur ikki nógv gott at bera okkum sum ferðamannaland.
- Tað er alt, alt ov dýrt, og tú fært ikki tað, sum tey lova. Hetta var uttan samanbering tann ringasta ferðin, eg nakrantíð í lívinum havi gjørt, sigur ónøgdi ferðamaðurin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo