Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Bjørt Samuelsen vil geva einum aldum ælabogasíli ein kjans, nú útlit eru til at eitt eldri alt síl ongan góðan eigur og væntandi skal avlívast... tí pláss til aling opinbart ikki er á nøkrum firði.

Tað kann tykjast rættiliga undarligt at tosa um eina føroyska ælabogstammu... eitt alt síl, ið ikki hoyrir til millum vanligan fisk, men er innflutt.

Danir innfluttu ælabogasíl í 1885 og settu hesi út í hyljar har fólk kundu jolla sær við sonevnda ”put and take”.

Um nakar fiskur hevur tørv á einum kjansi, so er tað júst føroyska sjósílið og laksurin, ið eru álvarsamt hótt at verða avoydd vegna ovurstóra dálking, sjúku, uppíbland frá alilaksi og so ovurstóru nøgdirnar av mótstøðuførum laksalús, ið gerasrt støðugt meira mótstøðuførar.... júst sum Covid-19 smittan, ið støðugt broytist.

Opinbart er eingin flokkur á tingi, ið hevur minstu virðing fyri havumhvørvinum og tess lívfrøðiliga margfeldni, ið er støðugt hótt av m.a. veðurlagsbroytingum og álvarsamari dálking og eitran frá m.a. alivinnuni.

Treyðugt so er onkur politikkari, ið sigur sína hjartans meining, tó uttan at tað fær nakra avleiðing. Firðir og sund eru til fríða gagnnýtslu og dálkast kann uttan minsta mark. Um nakrir hundrað túsund alilaksar sleppa leysir, ella eitt fóðurskip liggur sum vrak út fyri einum natúrufriðum øki við Víkar fær ikki Bjørt Samuelsen ella Tjóðveldi til at yppa øksl.

Tíggjutals ymsar meira og minni vandamiklar fiskasjúkur gera um seg, og er kanska bara spurningur um tíð til ILA ella eitrandi alguvøkstur leggur alla alivinnuna lamna.

Í Danmark er ælabogasíl júst staðfest í tveimum støðum við deyðiligu IHN-fiskasjúkuni (infektiøs hematopoetisk nekrose). Sjúkan smittar øll sløg av sílum og laksi og annan fisk við.

Sjúkan er eisini staðfest í Finnlandi og er Noreg frammi í skógnum hesar dagar at forða fyri at sjúkan kemur til teirra alilaksaøki.

Men her er bert spurningur um tíð inntil IHN verður at finna í Noreg.... og síðan her í landinum, í Íslandi, Skotlandi og øðrum alilondum við.

Føroysku firðirnir eru steindeyðir, aluvøksturin er ógvusligur javnt sum ovurstórar nøgdir av taðevnum verða latin á sjógv saman við heiluvágsevnum, lúsabasingarevnum, kopari, mikroplast og tonsum formaldehyde.

Hvat tað er sum verunliga eigur at fáa ein kjans, er nokk einki at ivast í. Tað er mest heilsugóði seiðurin, sjósilið og tess serstøku lokalu stammur við t.d. Sandsvatn, saman við tí sindri sum kanska enn er eftir av villum laksi við Leynar og í Saksun.

At havumhvørvispolitikkur, og náttúruverndarpolitikkur sum heild, hevur so lága raðfesting hjá Tjóðveldi er fyri so vítt einki nýtt.

Flokkurin hevði umhvørvismál um hendur, men uttan at nøkur nýggj lóggáva varð sett í verk. Og onkur borgarstjóri, frammaliga í flokkinum, metti vit máttu góðtaka grova dálking av firðunum fyri at alivinnan, við útlendskum stórspekulantum á odda, hevði so góðar umstøður sum til ber.

Havumhvørvið er har matkovin er at finna.... ikki í einum aliringi á firðunum har hart sperdur fiskur verður fóðraður við GMO soya, rapsolju og pestidfongdum hveiti, blandað við svartkjaft ella lodnu.... sum annars er sera heilsugóður fiskur og føði hjá øðrum fiski og sjófugli.

Politiska møsnið frá Tjóðveldi... ella Javnaðarflokkinum, um ST-Heimsmál og burðardygga menning, Skjótt syfti seiðurin (ið ikki er mannaføði) og Tunga takið, eru jaglað og tugt, og uttan at tess veruliga innihald um burðardygd, verður tikið uppá tungu.

Opinbart rennur Bjørt Samuelsen í hølunum á alivinnuni og vil enntá bjarga einum aldum ælabogasíli.... kanska í eina lokaða skipan á landi har frárensluvatn verður sóttreinsað...... við formalin, kanska.

Skarn skal nokk eisini takast upp, sum gjørt verður í lokaðum skipanum, ið verða bygdar kring allan heim.... bara ikki her í landinum, tí vinnan skal hava frið at arbeiða og ikki áleggjast óneyðugar íløgur, tí krøv verða sett til náttúruvernd og umhvørvisdálking.... ið sjálvandi ikki hava nakran týdning.

Aling av ælabogasílum ella alilaksi hevur eina sera svarta vangamynd og uttan at hvørki burðardygd ella tryggjan av lívfrøðiliga margfeldinum í høvunum er í nánd.

So hvørt sum aling verður løgd um í lokaðar skipanir, við væl frægari vangamynd og uttan at nøkur beinleiðis havumhvørvisdálking stenst av, verður marknaðarparturin frá aling i opnum nótum at minka.

Hetta skilir alivinnan ikki, vil ikki taka tað til eftirtektar og leggja um, meðan tíð er, tí grammleikin hevur tikið ræðið og verður eisini at taka skrædlið tá tað kemur.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo