Piers Morgan gevst sum programleiðari í ITV-programminum Good Morning Britain, skrivar Deadline Hollywood.
Tað ger hann eftir fleiri klagur viðvíkjandi viðmerkingum hansara um Harry prins og Meghan síðani tey vóru í sendingini hjá Oprah Winfrey.
Sambært sjónvarpsrásini CBS hava 49,1 milliónir síggjarar úr 17 londum sæð sendingina higartil.
Piers Morgan to leave ITV's Good Morning Britain: report https://t.co/zSgoDpH6Oc pic.twitter.com/sh1uTYTzJc
— Reuters (@Reuters) March 9, 2021
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo