Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Johan Hentze, sum er leiðari hjá GHM, sigur, at á skránni hava tey jólatilfar, ið bæði er festligt og stórsligið, men eisini traditionelt jólatilfar, og tey fara at framføra nakrar  jólasálmar saman við kórinum Glymi.

Í GHM eru millum 35 og 40 tónleikarar. Uppgávurnar hjá orkestrinum eru nógvar, serliga hesa ársins tíð. Fyri kortum høvdu tey eina sera væl væleydnaða Disney-konsert í Eysturskúlanum, sum samlaði 300 fólk.

Síðani hevur orkan hjá GHM verið nýtt til jólatilfar. Tey spæla ofta tá tey ymisku jólatrøini í Tórshavnar Kommunu verða tendrað. Tey spæla eisini tá jólaskipið kemur á Havnina og til ymisk smærri tiltøk.

Tey eru til reiðar, og sunnudagin klokkan 14 verða also eitt væl mannað GHM og eitt væl upplagt Glymur at hoyra í Hoyvíkar kirkju.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo