Forsætisráðharrin í Danmark, Mette Frederiksen giftir seg í dag við Bo Tengberg.
Tað skriva fleiri danskir miðlar, millum annað BT og Ekstra Bladet.
Ætlanin var at tey skuldu giftast í fjørsummar, men brúdleypið var útsett av valinum. Tá var tað flutt til 18. juli, men av ES-toppfundi er so brúdleypið framskundað nakrar dagar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo