Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú bryggja teir servilu journalistarnir longu dúgliga alskyns primitivar eftir-rationaliseringar um skyld í Afghanistan.

Nú ganga allir í takt og modellera eina nýggja "virkuligheit" eftir amerikanskari recept.

Í staðin fyri at erkenna hyklaríið og tær hysterisku amerikansku uttanrikispolitisku lygnirnar um Afghanistan líka síðani 1980, skeiklar og forfalskar man søguna.

USA fór av geopolitiskum orsøkum at hjálpa, fíggja og stuðla teimum miðaldarligu fundamentalistisku bølmonnunum í Mujahedin, sum seinni barslaðu við avleggaranum, Taliban.

USA sendi sharia-herinum vápn at kriggjast við móti russarum.

HVØR figgjaði tað kvinnufíggindarliga shariatilfarið, sum Mujahedin distribueraði um alt landið.

Tað var tað hykleriska og kyniska USA, sum lat tað avoldaða tilfarið prenta Mujahedin, sum "kulturelt" kálvaði við tí radikalu Taliban-rørsluni heilavaskaði ein stóran part av fólkinum við amerikanskum vælsignilsi.

Nu hava grenjandi journalistar so ilt av afghanskum gentum og kvinnum.

Men USA sorlaði allar teir skúlar og stovnar, sum tann sovjetrussiski herurin hevði bygt afghanarum av báðum kynum, tí Ronald Reagan fíggjaði vápn og primitivt sharia-tilfar til teir vitleysu Mujahedin fanatikararnar líka inn í 1990ini

HVAR var tá samkenslan við afghanskum kvinnum hjá okkara journalistum?

USA saboteraði opinlýst ta russiska kulturstríðið móti analfabetismu.

Høvdu russarar fingið frið fyri amerikanskari uppiblanding, høvdu afghanskar kvinnur smoygt alla miðøldina og mullah-tyranniið heilt av sær.

Tær vóru sera væl á veg i øllum tí norðara partinum av landinum.

Men USA fekk tey rikin mentalt og kulturelt aftur í steinøldina.

Men í 2001 vendi USA 180 gradir og nú bleiv Taliban knappliga fíggindin.

Í hølunum á Bush fóru bløðrur, sum Tony Blair og Anders Fogh herjandi inn í Afghanistan og dummaðu seg í 20 ár við stórum tapi av mannalívum.

Nú er for seint við krokodillutárum um Afghanistan.

Men hví fór man ikki eftir Saudi Arabien? 

Hví "redda" JOURNALISTAR ikki konufólk í Saudi Arabien, har miðaldar-kúgingin  er minst líka fúl, sum hjá Taliban.

Nei, kortanei, tí ríkar oljuvinir torir man slett ikki at røra!

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo