Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mánadagin og týsdagin í næstu viku skipar Føroya Pedagogfelag fyri temadegi í Norðurlandahúsinum við gitna danska professaranum Stig Broström.

Tað er fyri at nøkta stóra áhugan hjá limunum í Pedagogfelagnum, at tað verða tveir temadagar – skráin er hin sama báðar dagarnar.

Evnið er dagstovnanámsfrøði undir yvirskriftini “Leikur, læring, didaktikkur og dannilsi”, og júst innan hetta evni verður Stig Broström mettur at vera ein hin størsti námsfrøðiligi kapasiteturin.

Hann er professori á Institut for uddannelse og Pædagogik (DPU) á Aarhus Universiteti. Har er hann leiðari fyri granskingini innan barndóm, læring og didaktikk (undirvísingarlæru), og hevur verið eitt av oddafólkunum at byggja upp útbúgvingina í dagstovnatilboðs- og innskúlingardidaktikki.

Á skránni á temadegnum verður millum annað góðska í námsfrøðini, praktiskar løtumyndir, um at læra gjøgnum spæl, um hugtakið didaktikk og námsfrøðilig grundhugtøk sum umsorgan, uppaling, undirvísing, læring og dannilsi – siðmenning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo