Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Hvørt ár í mars mánaði verður lýst við, at Gjáargarður hevur opið hús. Opið er fyri øllum, ið hava hug at koma á gátt, og uppiá, á ovastu hædd, er eitt starvsfólkatiltak, tí Gjáargarði tørvar fleiri starvsfólk til summarið. Tørvur er á bæði faklærdum og ófaklærdum starvsfólki, men tað er ikki lætt at finna her í landinum.

Á árliga tiltakinum finna tey starvsfólk til summarhálvuna, sonevndu summarfuglarnar. Talan er serliga um avloysarar, sum ofta eru skúlanæmingar. 

- Vit mugu gera meira burturúr, tí vit liggja so avskorin, sigur Inga Foldbo Hjallnafoss, stjóri á Gjáargarði. Tiltakið í mars er vorðið fastur táttur og plagar at eydnast væl. Vanliga fáa tey nakrar avloysarar til allar deildir úr nærumhvørvinum í Norðureysturoy. Tað besta fyri Gjáargarð er at hava starvsfólk frá nærumhvørvinum. Virksemið á Gjáargarði er vaksið seinastu árini, og tørvur er á fleiri starvsfólkum. Gjáargarður hevur sum nakað nýtt tikið av møguleikanum at bjóða nordjobbarum arbeiði nú í heyst. Fyribils er talan bert um tveir mánaðir fyri at vita, hvussu tað roynist.

Eru ov fá starvsfólk
- Vit høvdu ikki nóg mikið av starvsfólki í summar. Vit fara aftur at hava opið hús til várs, men vit mugu eisini hava støðug starvsfólk, og har vísir tað seg, at vit mugu venda okkum móti útlendingum, eisini fyri at seta tey ófaklærdu, men støðugu størvini, sigur Ingja Foldbo Hjallnafoss

Á Gjáargarði er vanliga stongt fyri einstaklingum frá 31. oktober til 28. februar. Eru tiltøk ella fundir í hesum tíðarskeiðnum verður vanliga latið upp fyri einstaklingum eisini, um umstøðurnar loyva tí.

Stevnumiðið á Gjáargarði er at fáa meira fundarvirksemi og fleiri tiltøk um veturin, soleiðis at grundarlag verður fyri at hava eitt støðugari virksemi og opið meir og minni alt árið. Hetta er týdningarmikið fyri at fasthalda starvsfólki á gistingarhúsinum.

Á Gjáargarði høvdu tey ynskt, at tey høvdu føroyingar at manna øll størvini. Kanska serliga tey størvini, har starvsfólkini møta gestunum. Gjáargarður hevur roynt á ALS, og tey gera, hvat tey kunnu fyri at fáa fólk til uppgávurnar, men áhugaðu starvsfólkini tykjast ikki at finnast í Føroyum.

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo