

"Vaksinu-turisma" er tað nýggjasta innan ferðing, sum bretskt felag selur til limirnar í Knightsbridge Circle, har limaskapur kostar yvir 200.000 krónur um árið.
Limirnir flúgva til millum annað India og Sameindu Arabisku Emiratini og verða so vaksineraðir móti koronavirusinum.
20 prosent av limunum í felagnum hava longu verið antin í Dubai ella Abu Dhabi og fingið sproytuna tvær ferðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo