Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Innlán hjá privatum fyritøkum í føroyskum peningastovnum hava verið vaksandi øll árini síðani ársbyrjan 2014.

 

Privatu fyritøkurnar høvdu við endan av februar innistandandi fyri 3,3 mia. kr. í føroysku peningastovnunum. Peningurin, ið privatu fyritøkurnar hava sett inn á bók, er vaksin við meir enn 65% hesi árini.

 

Í Mynd 1 niðanfyri sæst peningurin, sum privata vinnan hevur standandi á bók í føroyskum peningastovnum.

 

Tað mesta er tøkt (bláa økið) og ein lítil partur er bundin millum 3 mánaðir og upp í eitt ár (grønt øki).

 

Privatu fyritøkurnar hava eisini pening standandi á bók í donskum peningastovnum; umleið 100 mió. kr., ið somuleiðis er tøkur. 

 

Umframt pening á bók, hava føroysku peningastovnarnar meldað út, at møguleiki er hjá føroyskum fyritøkum at fáa avdráttarskáa og møguliga eyka gjaldførishjálp. Somuleiðis eru hjálparpakkar settir í verk.

 

Millum annað er møguleiki at fáa lán í bankunum við trygd frá danska Vækstfonden (danski staturin), um fyritøkurnar kunnu staðfesta, at tær í minsta lagi hava mist 30% av søluni í mars mánaði orsakað av korona-tilbúgvingini.

 

Eisini er møguleiki hjá fyritøkum, sum útflyta, at fáa eyka gjaldføri umvegis Eksportkreditfonden.

 

Almennu fyritøkurnar og kommunurnar hava 400 mió. kr. standandi á bók í part í føroyskum peningastovnum, og tey sjálvstøðugt vinnurekandi hava umleið 50 mió. kr. á bók.

 

Privatar og almennar fyritøkur hava ein lítlan part av innlánunum standandi í øðrum gjaldoyra (dollarar, evrur og norskar krónur), men nógv størsti parturin stendur í donskum krónum.

 

Sjálvstøðugt vinnurekandi og kommunur hava bert innlán í donskum krónum í føroysku peningastovnunum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo