Um tú ivast, at nakar leggur í, um tú ert á lívi, gloym so eini tvey mánaðargjøld
- Earl Wilson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Felags fyri omanfyristandandi er, at tey eru offur fyri primitivari og sera grunnari politiskari viðgerð. Tey eru sjúkueyðkennir fyri politikkin í dag, har man ikki megnar at viðgera mál konstruktivt, men leggur seg eftir at viðgera sjúkueyðkennini heldur enn “sjúkuna” sjálva.

Her kemur mín pástandur: “trupulleikin við portrinum, SEV og KVF er ikki tey sjálvi, sum stovnar e.l. men ein primitivur politiskur hugsanarháttur, sum einans hevur til endamáls at tæna sjálvsøknum áhugamálum. Antin við at tæna vinum og kenningum, og síðani sær sjálvum. Ella bara fyri at fáa umtalu í fjølmiðlunum”

Gjaldsportrið í Saksun
Meðan vakra Saksun verður hersett dag um dag av ferðafólkum, sum sbrt teimum myndum vit onnur síggja í miðlunum hava null virðing fyri búfólkunum og virkseminum har, kjakast løgtingslimir bara um portrið. Um tað er lógligt ella ikki.

Góðu løgtingslimir. Hendan desperata royndin hjá einum bónda at fáa arbeiðsfrið er ikki trupulleikin. Hesar flóðaldurnar við ferðafólkum, sum floyma inn yvir Saksun dag um dag summarmánaðirnar er trupulleikin.

Og at politiska skipanin ikki megnar at loysa henda trupulleikan, er júst trupulleikin. Eg skilji so sera væl ørkymlanina hjá búfólkinum har, sum eru í dýrastu neyð av hesum ferðafólkunum. Alt meðan man bert tosar um portrið er lógligt ella ikki.

Mítt uppskot til loysn hevði verið sera einfalt. Eg haldi tað er fínt at føroyingar í nógv størri mun nú hava fingið eyguni upp fyri hesum vakra landinum, og ganga túrar í fjøllunum. Tað haldi eg eisini tey skulu hava loyvi til, hóast hetta ikki er ein aldargamal siður, sum mangan verður ført fram. Fyrr fór man ikki í fjøllini, uttan man hevði ørindir har. Longri er tann søgan ikki.

Tá tað kemur til ferðafólk, so skuldi onki ferðafólk fingið loyvi at fari útum bøgarðin, uttan ferðaleiðara ella at gjalda eitt gjald til avvarðandi haga. Ikki landskassan, VFI ella líknandi. Men beinleiðis til avvarðandi haga. So kundi hesin, um ynskiligt var, lagt lunnar undir nýggja vinnu runt um í landinum. Antin við beinleiðis at reka tað sjálv/ur ella evt leiga út til onkran annan. Tað skal eisini vera loyvi at siga nei til ferðafólk.

Haldi okkara áhugamál sum land átti at verið, at avmarka ferðafólkastreymin til tey ferðafólk, sum veruliga kasta nakað av sær. Tað er nógv burðardyggari fyri hetta landið, at ferðafólkatalið lækkar munandi, og vit heldur fáa ferðafólk her, sum vilja gjalda. Og tað regulerar man við prísi og kostnaði.

Hví gera tað meira torskilt enn tað er?

SEV
Við jøvnum millumbilum kemur SEV upp til viðgerðar. Orsøkin er tann, at SEV hevur sett sær sjálvum stór mál, har málið er at vera 100 % grøn í 2030. Í staðin fyri at stuðla undir og viðvirka til hetta sera stóra framsøkna mál, er Løgtingið ein beinleiðis forðan fyri hesum. Í staðin fyri at gera lógir sum stuðla undir hesum, royndir man at veingjaskera SEV, so tað ikki gerst møguligt. Nú við at koma við uppskoti um, at nú skal SEV ikki kunna framleiða vindorku, net og framleiðsla skal skiljast sundur o.s.fr.

Meðan tað var alfa og omega at fiskivinnufyritøkur og alifyritøkur kundu vera so stórar, sum møguligt, og fáa so langar og støðugar karmar sum møguligt, so er ikki tað sama galdandi fyri SEV. SEV er ov stórt og sterkt og skal tískil so ella so pettast sundur, og helst býtast út aftur til “vinir og kenningar”.

Góðu løgtingslimir. SEV er ikki trupulleikin, men loysnin fyri at náa 100% grønari orku í 2030. Uttan iva saman við øðrum aktørum. Men at petta sundur, og leggja fótonglar fyri SEV er bara við til at forða og leingja um tilgongdina móti einum 100% grønum Føroyum.

Allar snildir og faktist propaganda verður nýtt til at niðurbróta SEV og teirra visión. So seint sum í síðstu viku skrivaði Bjørt Samuelsen eina fína grein um hvat hon og Tjóðveldi hugsa viðv.: SEV. Og so kemur Christian F. Andreassen og gerð viðmerking til greinina, sum onki hava við greinina at gera. Tit burdu líka fari inn á vangan hjá Bjørt og lisið. Bæði greinina og viðmerkingina frá CFA.

Her kann eisini leggjast afturat, at man sleingir um seg við tølum sum man hevur hug. CFA nevnir, at íløgur skulu gerast fyri 7-10 mia kr. fyri at náa hesum orkuskiftinum. Tað er nokk á einari leið. Men hann gloymir at siga, at størsti parturin av hesum íløgunum liggur hjá brúkaranum, og ikki hjá framleiðaranum. Tvs. hjá okkum húsarhaldum, vinnu v.m. við at leggja okkara oljunýtslu um til grønar loysnir, um eg ikki minnist heilt skeivt. Onkur kanska rættar meg her, um eg taki feil. Men immervekk, so liggur ein stórur partur av íløgununum, hjá brúkaranum, og ikki bert hjá framleiðaranum. So tað er líkasum “eitt feitt” fyri framleiðsluna og hvør ger íløguna.

Tað skal so sanniliga eisini ein hugburðsbroyting til. T.d. síggja vit javnan hugburðin hjá summum løgtingslimum til olju. Eru vit vælsignaði við nøkrum góðum summardøgum her í Føroyum, har onki regn ella vindur er, eru hesir skjótir inn á heimasíðuna hjá SEV fyri at hyggja hvussu nógv verður framleitt júst tá við olju. Og so kemur tað oblikatoriska niðurstøðan. “Hvat skuldu vit gjørt uttan olju?”. Jú rætt er, vit eru tíanverri enn bundin at olju. Men tað er líkasum ikki málið, ella?

Ella tá onkur hevur funnið eina mynd av einum brennandi elbili á netinum. Tá er púra galið, og skilaleyst at hugsa um elbilar, sbrt summum. Hetta hóast fleiri bilframleiðarar longu hava boðað frá, at framtíðin er elbilar, og at teir gevast at framleiða bensin/diesel bilar um nøkur heilt fá ár.

Og so til kjakið um prísin. Jú hann er høgur her í Føroyum. Hvussu høgur samanborði við onnur, dugi eg ikki heilt at siga. Men eina av høvuðsorsøkunum til tað, er ikki væntandi kapping á økinum, men tí vit eru í einari lukkaðari skipan. Vit  hava ikki tann møguleikan at selja yvirskotsorkuna til ein annan brúkara, eins og tey hava á meginlandinum í Evropa.

Sjálvur eri eg avgjørt fyri kapping. Men eg ivist í um kappingin av el í Føroyum vil hava tað ávirkana á prísin, sum summi vilja vera við. Tí ein tann størsta avbjóðingin fyri kostnaðin av el framleiðslu í Føroyum er yvirskotsorkan, sum tíanverri í stóran mun ferð burtur. Eg veit nakað verður goymt í vatnbyrgingum o.s.fr. Men tá framleiðsla ferð burtur, og man ikki fær pengar fyri hana, so gongur tað sjálvandi útyvir prísin brúkarin skal gjalda. Og hetta er líkamikið um tað er ein almenn framleiðsla, ella ein privat.

Og tekur tú so við í roknistykkið, at tann privati skal hava eitt yvirskot, samstundis sum SEV skal missa inntøkur, so vænti eg tað verður trupult at lækka prísini munandi. Men hví ikki lata okkum royna tað, og soleiðis prógva hvat ber til og ikki. Og sjálvandi uttan at veingjaskera SEV. Lat bara kapping koma inn í nógv størri mun. Ger bara lóggávuna soleiðis, at forðingar fyri kapping vera tiknar burtur.

Mítt uppskot til eina gongda leið er, at ístaðin fyri at petta sundur og veingjaskera SEV, so onkur privatur sleppur inn lættliga, so at syrgja fyri at lóggávan rundanum orkuframleiðslu gerst so smidlig og greið sum møguligt, so privatir eins og SEV kunna kappast á jøvnum fóti. Og heldur man ikki tað ber til tí SEV er alment, ov stórt og sterkt, so greiða okkum frá, hvussu tað so ber til í fiskivinnuni og alivinnuni. Og hví tað er alfa og omega at hava stórar og sterkar fyritøkur har, og ikki í elframleiðsluni.

KVF
Tað fyrsta allar einaræðisstjórnir gera tá tær koma til, er at avtaka fríðu pressuna. Tað sóu vit við nasistunum, fasistunum, kommunistunum, marxsistunum o.s.fr. Tað ræður um at stýra  tíðindarflutninginum í landinum. Fyrst við at avtaka teirra óheftni, síðani við at knýta teir til okkurt, felag, flokk o.s.fr. fyri síðani at yvirtaka fjølmiðlarnar politiskt. Og gud hjálpi mær, nú skal man eisini gera tað í Føroyum.

Landsstýrismaðurin var skuffaður, tí løgmaður ikki boðaði frá hesum í sínari røðu á Ólavsøku. Og tað sum er mest ræðandi er, at tað er fólk í Føroyum sum taka undir við hesum. Í Føroyum, har eg annars gekk og hugsaði at fólk her virðismeta fólkaræði og toldu at hoyra  meiningina hjá hvørjum øðrum. Her politikkarar toldu at fáa eitt sindur av mótspælið og enntá dugdu at eftirmeta sín leiklut og meiningar, tá okkurt nýtt koma fram, og sum tann fría pressan stendur fyri. Men nei, í staðin fyri at duga at taka í egna barm tá tørvur er á tí, so leggur man heldur eftir “manninum heldur enn bóltinum”.

Eg veit væl at KVF ikki altíð hevur rætt. Men eg vil altíð hava møguleikan at hoyra hvat óheftir journalistar halda um eitt mál. Serliga tá eg eri ósamdur. Og her fara kritikkaranir beinanvegin at føra fram, at journalistarnir í KVF ikki eru óheftir. Og tey sum eru mest kritisk, fara at føra fram, at teir eru Tjóðveldisfólk. Onkur er helst, men onnur hoyra til ella velja eisini aðrar flokkar. So tað er líkasum líka fyri líka. Og mín pástandur vil vera, at journalistarnir í KVF, óansæð hvønn flokk teir velja ella ikki, hava duga sera væl at verið objektivir í teirra arbeiði. Kanska ikki altíð hevur tað eydnast til fullnar, men væl og virðiliga góðtikið.

Eg var í einum kjaki á fb herfyri um KVF, sum eg so mangan eri. Hetta var um tað mundi, Fólkafloksmaðurin Sólvit hevði sagt upp, og skuldi í starv sum skrivari hjá Fólkaflokkinum. Har bleiv millum annað ført fram, at orsøkin til at hann mátti gevast í KVF, var tí hatta (KVF) var ein Tjóðveldisreiður, og hann slapp ikki at føra tann journalistikk, hann metti vera umráðandi. Hesin pástandurin fekk vind í seglini við tað sama, og fleiri hildu at tað líktist svartasta ongu. Líka inntil Sólvit sjálvur kom uppí kjakið, og afturvísti øllum hesum. Tá hvurvu innlegg bráðliga úr tráðnum í kjakinum (eg tók nøkur sceenshot áðrenn, tí eg væntaði at júst tað fór at henda). Men hetta er arbeiðshátturin hjá teimum, sum ynskja at avhøvda KVF.

Okkurt er hent millum okkum føroyingar. Eg sum Tjóðveldismaður hevði ongan trupulleika av at Sólvit stóð fyri tíðindunum í KVF. Eg hevði fult álit á tí hann førdi fram, eins og aðrir journalistar í KVF, tí eg veit teir ganga sera høgt uppí teirra yrkið. At man onkutíð traðkar skeivt, er bara menniskjaligt og ikki endiliga partur av einari størri samansvørjing mótvegis einum ella øðrum.

Men hví hava vit so lítið álitið á hvørjum øðrum, at summi veruliga halda at KVF hevur eina ella aðra dulda dagsskrá mótvegis onkrum, ella til frama fyri onkran annan? Eg haldi tað hevði sømt seg at tikið eitt sindur í egna barm og hugsa okkum eitt sindur um áðrenn vit “leggja eftir manninum og ikki bóltinum”.

So aftur her góðu løgtingslimir. KVF er ikki trupulleikin í dagsins samfelag. KVF er partur av loysnini. Skeit bara vestur um hav til USA. So síggja tit hvat hendir tá alt skal vera privat, eisini fjølmiðlarnir.

At nú ein landsstýrismaður, sum eftir øllum at døma følir seg illa viðfarnan av KVF nú ætlar at avhøvda KVF afturfyri, eigur at fáa allar reyðar lampur hjá okkum at lýsa.

Hetta er eisini sæð fyrr, har politikkarar hava nokta at úttala seg til KVF, tí teir ikki meta seg vera rætt endurgivnar. Og á hendan hátt arbeiða teir miðvíst við at undirgrava trúvirði hjá KVF. Og tá trúvirði hjá KVF er fari, so er frítt spæl við at siga og gera tað mann vil, óansæð hvat er sannleiki.

Nakrar royndir havi eg í politikki og fjølmiðlum. 12 ár sum borgarstjóri. Og bert einaferð havi eg følt at KVF gjørdi mær órætt í einari útsøgn. Eg gjørdi vart við hetta, og til tykkum sum ikki vita tað, so skráseta tey allar søgurnar og útsøgnirnar tey gera. So eg mátti krúpa til krossin, tí sjálvt um eg ikki helt meg hava sagt okkurt, so var tað væl og virðiliga skrásett hjá teimum.

Annars havi eg eisini fyrr sagt við hesi fólk, sum dagliga tosa við fjølmiðlarnar, at um tey føla seg so illa viðfarnan av teimum, hví banda tey sjálvi so ikki samrøðurnar, og leggja tað alment fram um tey vera so illa viðfarin? Tað hevur ongantíð vera lættari enn tað sama við sosialu miðlunum og telefonunum í dag. Tað hevði eg gjørt, um eg føldi meg illa viðfarnan av KVF. Men tað vil man sjálvandi ikki. Tí endamálið er ikki at vera rætt endurgivin, men endamálið er at skaða trúvirði hjá KVF, so man sleppur frá at fortelja allan sannleikan.

Og at finna fram allan sannleikan er jú høvuðsendamálið hjá óheftu journalistum, ímun til teir privatu, sum eisini kunna hava onnur endamál, t.d. at endurgeva eina søgu, sum eigarin vil hava út.

So góðu føroyingar. Hvørki gjaldsportrið, SEV ella KVF eru trupulleikin í dagsins samfelag. Trupulleikin er at Løgtingið ikki megnar ella ikki ynskir at loysa veruligu avbjóðingarnar, og letur málini grugga til soleiðis, at ringt er at síggja “hvat vendir upp og hvat vendir niður”.

So halt fokus, og ger lógir sum loysa: “ferðafólkastreymin til Føroyar, møguleikarnar hjá SEV og øðrum at røkka 100% grønari orkuframleiðslu og lat KVF framhaldandi gera óheftan tíðindaflutning. Eisini um tað er kritikkur av tykkum sjálvum.

Jóhan Christiansen
Leirvík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo