Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Frits Johannesen skrivar: Á Garðagøtu 2, í Syðrugøtu býr Sædis Eilifsdóttir saman við døtrum sínum, Elisabet Mariu og Elinborg.

Undan hesum bitum er navnframa Eivør Pálsdóttir eisini komin, sum er eitt listaligt flogvit. Hetta kunnu vit onnur frøast um, at so góður skaldakendur spuni er komin undan hesari lon.  Mikudagin, 3. august kl. 19:00 letur Sædis Eilifsdóttir framsýnimng upp í Ribarhúsi við glaslist. Ja, hetta er vakurt... og vakurleikin frelsir okkum.

Elisabet Maria fer eisini at vísa sínar myndir fram á hesi sýning. Hon var í fjør og hevði  eina einsæris framsýning her , og var hon væl umtøkt, men nú er hon saman við mammuni. Elinborg fer at syngja.

Sædis sigur:  Evna og skapa hevur altíð havt mín stóra áhuga, men tað lá ikki í kortunum at glaslist skuldi gerast ein partur av mínum gerandisdegi. Tað er tað tó blivið. Terapi sigur onkur, skapanargleði sigur onkur annar, ella bara tilvildin. Men eitt er vist, og tað er, at tá eg standi úti í mínum lítla verkstaði og knúsi glasið sundur fyri síðani at seta tað saman aftur, petti fyri petti, so er tað ein góð lýsing av mínum egna lívi seinastu fýra árini. Brotna skálin blívur ongantíð tann sama aftur, men hon verður til skál, og tað er endamálið, at blíva heil aftur, ella næstan heil, meira krevji eg ikki !

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo