Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Glasir bjóðar út tvær fulltíðar útbúgvingar í heyst. Tann fyrra er Fíggjarbúskapur, sum umframt at vera ein breið yrkisakademisk útbúgving innan búskap, gevur tí lesandi møguleika, at nema sær servitan innan fíggjargeiran. Serliga innan banka- og tryggingarvirksemi og sethúsasølu. Útbúgvingin tekur tvey ár, íroknað starvsvenjing. Umframt at geva vinnuførleikar innan nevndu øki, gevur hon eisini atgongd til framhaldandi lestur, millum annað 1,5 ára avriksflutning á HA.

Hesum boðar Glasir frá í tíðindaskrivi.

Glasir bjóðar eisini út útbúgvingina Byggitøkni, sum somuleiðis er ein yrkisakademisk útbúgving, sum tekur 2 ár. Hon er viðkomandi fyri tann, ið hevur áhuga í, at arbeiða við byggiverkætlanum, frá hugskoti til klárt er at byggja. Útbúgvingin gevur beinleiðis verkligar førleikar, men eisini 1,5 ára avriksflutning til Byggifrøði, sum Glasir og VIA University samstarva um.

Umsóknarfreistin til Fíggjarbúskap og Byggitøkni er 1. juni umvegis www.glasir.fo.

Parttíðar útbúgvingar
Glasir tekur upp nýggjan flokk á HD í summar. HD 1. partur, sum tekur tvey ár og er ein grundútbúgving innan vinnubúskap, verður boðin út í samstarvi við Århus Universitet. Undirvíst verður í Føroyum. Á HD 2. parti ber til, at nema sær sergrein innan roknskap, marknaðarførslu ella fíggjarliga ráðgeving. Undirvísingin er skipað sum fjarlestur í samstarvi við Århus Universitet.

Glasir bjóðar somuleiðis tríggjar útbúgvingar á Akademi økinum. Útbúgvingarnar nevnast Altjóða Handil og Marknaðarførsla, Búskapur og Tilfeingi og so Leiðsla. Byrjað verður við trimum nýggjum flokkum í heyst.

At enda kann nevnast, at tað ber til at tekna seg til Diplom Útbúgvingina í Leiðslu, sum byggir omaná akademiútbúgvingarnar, umframt aðrar hægri útbúgvingar. Diplomútbúgvingin í leiðslu er javnsett við bachelor útbúgvingar. Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur og tekur umleið 2½ ár. Útbúgvingin gevur framúr førleikar innan leiðslu.

Umsóknarfreistin til HD, AÚ og DLÚ er 1. august umvegis www.glasir.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo