Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Navnið er úr norrønu gudalæruni um træið Glasir, sum stóð í eini lund uttan fyri Valhøll. Hetta træ segðist at vera vakrasta træið millum gudar og menn, og bløðini skygdu reyðgult sum gull. Eins og gjøgnum Marknagil rennur ein á við Glasir.

“Navnið Glasir er jaligt. Tað vísir okkurt blankt, gylt, skyggjandi, fínt og reflekterandi. Glasir skal búna og útbúgva okkara ungu. Tey skulu kenna røturnar og reflektera og skína.” Soleiðis segði, Bogi Bech Jensen, rektari, millum annað, tá hann kunnaði um valið av navni á kunningarfundinum í dag.

Uppskotið til navnið kom á eini hugskotsverkstovu, sum var hildin fyri starvsfólki á Føroya Handilsskúla, Føroya Studentaskúla og HF-skeiði og Tekniska Skúla í Tórshavn.

Samanleggingartilgongdin gongur væl og væntandi flytur alt virksemið á Glasi í nýggju hølini við Marknagil á sumri 2017.

Orðingar, tá ið vit nýta orðið Glasir í skúlahøpi
Glasir verður bent sum eitt nú Beinir, Birgir, Ægir og Mjølnir
Hvørfall Glasir
Hvønnfall Glasir
Hvørjumfall Glasi
Hvørsfall Glasis

Starvsfólkaútferð
Gongutúrurin byrjar á Lambafelli, og so verður gingið í haga og eftir gøtum gjøgnum Havnardal og heim á Glasir, har borðreitt verður við onkrum góðum.

Glasir
Glasir er karmur um mangt mentanarvirksemi bæði í skúlatíð og uttan fyri vanliga skúlatíð.

Glasir hevur eitt ógvuliga samansett læraralið.

Vit vilja, at fólk síggja Glasir sum ein framkomnan skúla við útbúgvingartilboðum til fleiri samfelagsbólkar.

Bussleið koyrir úr miðbýnum, úr Hoyvík og av Argjum til Glasir/út á Glasir/niðan á Glasir/yvir á Glasir1.

Glasisnæmingar/næmingar á Glasi hava enn eina ferð luttikið í altjóða kapping í marknaðarførslu við góðum úrsliti.

Næmingar á Glasi hava arbeitt við spennandi verkætlan um grøna orku.

Leiðslan á Glasi arbeiðir støðugt við mennandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávum og framhaldandi eftirútbúgving.

Starvsfólk hjá Glasi arbeiða støðugt við at betra og dagføra útbúgvingartilboðið.

Eitur tað á Glasir ella í Glasi?
Mælt verður til at nýta á í sambandi við tað at arbeiða og vera lesandi á hesum nýggja skúla, av tí at hægri lærustovnar vanliga verða umrøddir við á, t.d. “fara á universitet”, “fara á Setrið at lesa”, “fara á (lærdan) háskúla”, “fara á studentaskúla/handilsskúla/á tekniska skúla”, “á teirri útbúgvingini...”

Sjálvsagt kann í eisini verða nýtt, men tá snýr tað seg meiri um ítøkiliga staðið; t.d. “Vit eru í Glasi og gera okkum liðug við framløguna” (sjá eisini dømið niðanfyri um hitaskipanina)

Orðing, sum ivaleyst bæði kann vera við á og í:
Hitaskipanin á/í Glasi er sera framkomin og hin einasta av sínum slag í Føroyum

Fyrisetingarnar hjá og frá verða eisini nýttar, sjá dømi omanfyri, men tær stýra hvørjumfalli og eru ikki so truplar at fáast við.

1 Hetta valdast, hvar ein býr, og hvaðan ein kemur, men til eigur at vera ein íðuliga nýtt fyriseting í hesum sambandi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo