Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Friðurin í Guði sæst í tí jarðliga. Trúgvin er álitisvekjandi. Tað sømir seg ikki teimum kristnu at lúta við høvdinum. Í líknilsinum um liljurnar á markini og fuglin á heiði sigur Jesus, at stúranin eyðkennir heidna lívsáskoðan.

Heimspekingurin Søren Kirkegaard (1813-1855) staðfesti, at lítil munur er á heidnari og kristnari lívsførslu. Kristnin hevur lyndi at dvølja við tað neiliga. Uttan at vit varnast, missa vit gleðina og kraftina.

Ein máttloysis andi køvir allan vøkstur og framburð. Vit missa gleðina í Guði, um vit burturav eru upptikin av tí, ið vit meta syndarligt.

“Ber ei ótta, tú fylgið lítla, tí at væl hevur tað líkað faðir tykkara at geva tykkum ríkið!” (Lukas 12,32).

Eri serliga góður við hesi orðini. Tey kendust sterk í kallinum Eystan Múla. Eri hugtikin av teimum smáu kirkjuliðunum á útoyggj og inni á meginlandinum. Trúskapur og kærleiki til Guðs orð og halgidómin. Tað lítla fylgið søkir sær skjól og vernd í Jesu navni, so tað kann liva eitt gott lív.

Versið er ein dýrabær útsøgn um kristnu trúnna. Tað er faðirsins vilji, at tey smáu sum Guðs børn fáa lut í himmalskum ríki. Hóast fáment við avmarkaðari styrki myndar góðskan lívið.

Tað tykist menniskjum íborið at óttast. Eisini kristin fólk kenna til ótta og stúran. Hóast tað er íborið, er tað ikki ein kristin dygd. Kristnin eigur at hvíla í trúnni á Guðs náði og umsorgan. Ístaðin drýpa vit mangan høvur og mála gudloysi í samfelagnum sjónligt við stórum bókstavum. Spurt verður: Hvør verður endin á tí syndarligu gongdini?

Matur og klæði eru týdningarmiklir tættir í tilveru menniskjans. Alt tað tímiliga, ið er neyðugt til lívsins uppihald er fevnt av orðunum matur og klæði. Hvat skulu vit fáa at eta? Hvat skulu vit lata okkum í?

Ikki einans tað jarðliga elur stúran í sál og sinni. Vreiðinnar dagur, ið er dómur heimsins, órógvar sálarfriðin. Vit freistast at dvølja við dómin á evsta degi og framrokna, at her verður galin endi. Tó, tað lítla fylgið, ið hvílir í trúnni á Jesus, verður varðveitt og borið av lyftinum: Ber ei ótta, tú fylgið lítla!

Heimurin er fallin og hevur ongantíð verið kristin. Samfelagið er og hevur altíð verið verðsligt. Í tí verðsliga samfelagnum skal kristnin liva gudiliga. Í heiminum, ikki av heiminum. Tað merkir einfalt, at kristnin hevur tvinnanda grundlógir at halda seg til, tað andaligu og tað samfelagsligu.

Tann andaliga grundlógin er Guðs orð. Halgabók er vegvísari teirra kristnu. Henda grundlógin tryggjar, at vit varðveita gleðina í trúnni á Jesus og verða fylt av Andans kveikjandi áræði. Hon er eitt frælsisbræv. Ikki mótloysis andi, men andi kraftar og friðar.

Tann verðsliga grundlógin skipar lívið í samfelagnum. Eyðvitað skulu kristin fólk virða lógir landsins.

Kristnin eigur í livandi trúgv at umboða himinsins grundlóg í kærleika til allar landsins borgarar, – eisini tey, ið síggja heimin frá øðrvísi sjónarhorni.

Tann dagin, tá ið tann andaliga grundlógin og grundlógin í samfelagnum stríðast hvør móti aðrari, avger hin einstaki, um vit velja at halda Guðs grundlóg. Tað valið er persónligt. Meðan lógir landsins fevna øll uttan okkara beinleiðis ávirkan, fevnir tann andaliga lógin í tí borgarliga samfelagnum einans tey, ið velja hennara leiðreglur og ásetingar.

Kristnin skal ikki taka lógina í egnar hendur, tí yvirvøldin er tænari Guðs tær til góða. Men, kristnin skal vera salt og ljós í tí verðsliga heiminum. Kristnin skal virða lógir landsins og innan lógarverkið verða varðveitt frá tí illa. Her á landi eru umstøðurnar at virka og boða orðið um Jesus góðar bæði í kirkjum, samkomum og fjølmiðlunum. Vit hava nógv at takka fyri.

At vera kristin er ikki at stýra øðrum, men tað er sjálvur at vera leiddur av Jesusi og kveiktur av Anda Guðs. Hin kristna trúgvin er persónlig, hóast evangeliið um Jesus er ætlað øllum til allar tíðir.

Soleiðis sæð eru tey grundleggjandi korini hjá teimum kristnu støðug og óbroytilig. Einans tað ítøkiliga, ið eyðkennir rákið í lívstíð hins einstaka, er umskiftiligt. Tað grundleggjandi er støðugt, tí heimurin er fallin í synd við vára fyrstu foreldrum. Tað er ein gomul søga um ein gamlan veruleika.

Tað er eingin orsøk hjá teimum kristnu at falla í fátt og siga daprar søgur um døpur útlit. Í trúnni á Jesus Krist verður jørðin okkum ein betri staður. Á dómadegi verða vit dømd rættvís av náði Guðs vegna sáttargerð Jesu Krists og borin inn í ríkið.

Framá Kristi stríðsmenn, sigur vinnast kann! Amen.

Orðið: ”Minn teir á at vera stýrisvøldum og yvirráðum undirgivnir, at vera lýdnir, at vera til reiðar til allan góðan gerning, ikki at háða nakran, ikki at vera klandursamir, men friðarligir, og at sýna alt spakføri móti øllum menniskjum.” (Titusarbrævið 3,1-2).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo