Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað var frígerandi at hoyra leiðaran í samkomuni Filadelfia, Tummas Jacobsen, í sendingini hjá Svf Guð signi Føroyar. Vit sótu í stólinum framman skíggjan í djúpari andakt, sóu gleðina og merktu andan. Tað jaliga og unniliga hevði ein smittandi dám, og trúgvin fann gleðina framaftur. 1)

Tað er einki yvir at dylja, at kristnin í Føroyum er kend fyri nógv ymisk misljóð tey seinastu tríati árini. Vit eru fleiri, ið hava sagt daprar søgur, og undirritaði er einki undantak. 

Orðið tíverri hevur einki endamál, tá ið hugt verður aftureftir. Tíbetur kunnu vit hyggja frameftir við treysti og biðja um Heilaga Andans leiðslu og vegleiðing, so verk okkara veruliga eru í Kristi. At ásanna veikar løtur, lata seg kveikja og endurnýggja er ein gongdur vegur. At lata seg fylla av Anda Guðs og hvíla í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara. Lovsyngja og æra hansara heilaga navni.

Tað er eingin loyna, at gudstænastan í Filadelfia er væl øðrvísi enn í fólkakirkjuni. Mær hóvar væl fólkakirkjuna, og hon er mítt andaliga heim, skjól og stavnhald. Tó, ymiskir formar ella virkishættir tæna sama endamáli, at vinna menniskju fyri Jesus, gagna tilveruni á jørðini og lyfta Jesu navn hátt í tilbiðjan, lovsangi og andakt. Ikki eins, men eitt!

Meðan talað og sungið varð í tungum, hoyrdust tey vanligu orðini enn greiðari og sannari. Tað var okkurt slag av andaligari áfylling. Nakrir knøttar vórðu stillaðir inn á somu kanal, so tað var samsvar ímillum sendaran og móttakaran. Vit vóru í somu kirkju, Jesu Kristi kirkju um allan heimin.

Loyvi mær at draga saman um og tulka samkomuleiðaran við mínum egnu orðum: Guðs ríki er komið til okkum í Jesusi. Tað er ikki einans nakað, ið einaferð kemur. Tess vegna hava vit fingið lut í tí størsta. Guðs gáva í Jesusi elur sanna gleði, tá ið vit uppliva ella taka ímóti frelsu Guðs. Lívið í Jesusi er friðsælt, dýrabart og gleðiligt. 

Tummas fleyg ikki einans við anda Guðs yvir vøtnunum. Hann nam eisini við nøkur viðkvom evni, t. d. at mótsetningurin ímillum himmalin og helvitið hevði fylt ov nógv í kristnari boðan. Tó, lívsins æviga álvarsemi varð nevnt. Samstundis varð staðfest, at Guð er hjá okkum her og nú, og soleiðis sæð er tað fantastiska deiligt at liva. Tað ræður um at liva í Guðs veruleika, og Guðs veruleiki er komin til okkum í Jesusi Kristi.

Saman við Jesusi er himmalin okkara. Hin fullkomna gleðin er lutur alra, ið koma til Jesus og lata seg fylla av honum. Tað er gleðiboðskapurin til øll fólkasløg runt allan heimin og til allar okkara landsmenn. 

Tað jarðliga sást og hoyrdist ta løtuna, tá ið nomið varð við ivan. Ivast tú ongantíð? Álitisvekjandi var tað, at prædikumaðurin ikki svaraði: “Nei, ongantíð í iva, ikki eina løtu í iva.” 

Ivin er fylgisveinur lívsins, og tað ærliga svarið saman við andlitsbránum gav eitt mettað trúvirði. Eingin keta er sterkari enn tann veikasti liðurin. Tó er tað gott at vita, til hvønn vit kunnu fara við ivanum, tá ið á stendur. Tá varð himmalin enn einaferð sigursharri, og gleðin frøddist í Anda Guðs.

Tann bíbilska gleðin hevur grundstøðið í Harranum. Gleðin er at finna í samfelagnum við Guð. Gleðin frøist yvir møguleikan, at syndarin kann søkja ásjón Guðs og altar.

Kristnin grundar ikki gleðina í egnum avrikum. Gleðin er grundað á skapanarverk Guðs og ta gjøgnumførdu endurskapan, tá ið sonur Guðs kom til jarðar sum hold og blóð. Og so ikki at gloyma gleðina í trúnni, vónini og Heilagum Anda. 

Gleðin, ið er frukt Andans, verður ikki niðurbrotin av synd, neyð og deyða. Hóast mótgongd, kann gleðin í Jesusi mennast, tí onkuntíð er líðingin tekin um samfelag við Krist.

Tann kristna gleðin er Guðs egna gleði, tá ið tann burturvilsta menniskjan verður funnin og bjargað. Guðs gleði vinnur loksins frama, tá ið vit endurloyst frá líðing og deyða trína úr ríki jarðarinnar og trína inn í Guðs fullkomna og æviga ríki, – himmiríkið. 

Men lovsangurin frá Guðs endurføddu og endurvunnu børnum, ið einaferð kemur at ljóða heima í dýrdarríki Guðs, hoyrist longu á jørðini. Tann nýggja tíðin, Mesiastíðin, er komin við Jesusi, ið situr til borðs saman við tollarum og syndarum.

Jú, gleðin í Harranum er hvíld og frøi, hóast mótburð og trega. Gleðin er fullkomin vegna Jesus. Leita vit til Jesus, er Guð glaður vára vegna, og gleði okkara finnur sína tryggu grund. 

Tað kann altíð vísast á okkurt hjá øllum talarum, ið vit høvdu sagt øðrvísi. Men tað var frígerandi og vælsignað at hoyra ein glaðan prædikumann. Amen.

Orðið: “Lat teir fegnast og gleðast í tær, allar, ið søkja til tín! Lat teir, ið elska frelsu tína, allar tíðir siga: “Hálovaður veri Guð!”” (Sálmur 70,5). 

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild: 

1) Tummas Jacobsen, Filadelfia í Tórshavn. Andaktin er skrivað við loyvi frá honum. Svf í apríl 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo