Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Christian F. Andreasen, forseti í Fótboltssambandi Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

Christian F. Andreasen, forseti í Fótboltssambandi Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

Christian F. Andreasen, forseti í Fótboltssambandi Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

Á Grækarismssu kom koronafarsóttin av álvara til Føroyar. Alt samfelagið bleiv meir ella minni latið aftur, og hetta fekk eisini fylgjur fyri fótbóltskappingarnar, sum júst skuldu fara í gongd. Skjótt skuldi tað tó vísa seg, at tað var ikki bara her heima, at fótbólturin steðgaði.

Áðrenn vit vistu av, lá bólturin stillur kring allan heimin. Hóast álvarsomu støðuna fullu vit ikki í fátt, men gjørdu okkum til reiðar til heimsins besta spæl kundi byrja aftur.

Fótbólturin lá stillur í góðar tveir mánar. Men, sum eitt tað fyrsta landi í heiminum, byrjaði fótbóltskappingin í Føroyum aftur fyrst í juni. Og føroyskur fótbóltur kom av álvara á breddan í nærum øllum heiminum. Stóra norska sjónvarpsrásin, NRK, vildi sleppa at vísa frá dystum í Betri Deildini, og bráddliga var føroysur fótbóltur í miðdeplinum.

Tað var ikki bara orsakað av koronakreppuni, at vit komu í miðdepilin. Tað vísti seg av sonnum, at okkara spælarar høvdu tikið steðgin í álvara. Feløgini vandu væl og nógv, og tá dystirnir í altjóða fótbólti vóru á skránni í summar, stóðu føroysku liðini seg sera væl – eisini tá talan var um rættuliga sterka mótstøðu. Og tað manglaði ógvuliga lítið í, at føroyskur fótbóltur var umboðaður í bólkaspælinum í einum av stóru evropeisku fótbóltskappingunum.

Í landsliðshøði hilnaðist eisini væl. A-landsliðið við monnum vann sín bólk í UEFA Nations League, menningin hjá kvinnulandsliðnum sæst eisini sjónliga, og okkara U21 dreingir vunnu sær níggju stig í teimum seinastu seks dystunum í seinastu EM-undankapping.

Jú, føroyskur fótbóltur slóg av álvara allar rekordir í hesum árinum.

Í heimligu kappingini megnaðu vit eisini at avgreiða 27 umfør í fremstu deildunum hjá monnum, og 20. umfør í fremstu deildini hjá kvinnum. Tað vóru mong sum hildu tað vera áðamannaverk, at leggja finaluna um Løgmanssteypið so seint sum 5. desember.

Men eisini hesa uppgávu megnaðu vit, og loystu hana saman. Vit fingu samstundis prógva, at tað ber til at spæla fótbólt í Føroyum allar tíðir á árinum – sjálvt í jólamánaðinum.

Gamaní gjørdist kappingarárið 2020 av tí sama drúgt, men tað var spenningur í frá byrjan til endan – akkurát soleiðis sum fótbóltselskarar vilja hava tað.

Nú jólafriðurin av álvara er við at leggjast yvir okkara vøkru oyggjar, er ikki frítt, at vit longu eru farin at leingjast eftir einum nýggjum kappingarári.

Eg fari við hesum orðum at ynskja okkum øllum her á landi, føroyingum í fremmandum londum, og fremmandum í okkara landi, eini Gleðilig jól og gott nýggjár, við vón um eitt spennandi og minnisríkt fótbóltsár 2021.

Christian F. Andreasen
FSF-forseti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo