Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Jógvan Arge var gestarøðari á 100 ára veitsluni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag í síðstu viku.  Hann umrøddi tvey álvarsom og harðlig verkføll, sum vóru í Havn undir krígnum og fyrst í kreppuni í 50unum.

Her er brot úr røðuni:

Tað er ein stórur dagur, tá eitt fakfelag í Føroyum fyllir 100 ár. Havnar Arbeiðs-mannafelag var millum tey fyrstu. Dýrtíðin, sum tók seg upp við fyrra heimsbardaga, skundaði undir stovnanina. Lønin fylgdi ikki við prísunum og livikostnaðinum, og tað bar ikki til.

Arbeiðsgevarunum dámdi lítið, at arbeiðsmenn og handverkarar vildu hava felag at umboða arbeiðsfólkið mótvegis teimum. Teir royndu at skáka sær undan, men skjótt fekst tann fyrsti sáttmálin í lag, tí onki lutfall var longur millum løn og livikostnað.

Síðani hevur mangan staðið á gomlum nøglum. Talvini hava verið long, og nógvir samanbrestir hava verið.  Havnar Arbeiðsmannafelag hevur tó ikki altíð hildið, at konfrontatiónin var besta leiðin framá.

Stundum hildu teir eisini skil vera í at royna samráðingarleiðina.

Fyrsti lønarsáttmálin frá 1916 er ein marknasteinur. Knæsetingin av átta tíma arbeiðsdegnum í neyðarárinum 1931 er ein annar týðandi sigur. Her rakk Havnar Arbeiðsmannafelag einum aðalmáli hjá altjóða arbeiðararørsluni.

Í 1939 fór vøruprísurin aftur at hækka orsakað av krígnum niðri á meginlandinum. Arbeiðsmenninir heittu á arbeiðsgevararnar um lønarhækking. Teir hildu seg ikki til, men í felag heittu partarnir á løgtingið um at gera eitt prístal, sum arbeiðslønirnar kundu stillast eftir.

Eittoyrastreikan undir krígnum
Hendan pristalsskipan varð  nú í mong ár meginásin í lønarásetingini hjá føroyskum løntakarum. Men longu frá fyrsta degi var hon ein umstrídd skipan,  sum elvdi til manga kreppuna.

Spurningurin um, hvussu mikið lønin skuldi javnast fyri hvørt stigið, sum prístalið broyttist, elvdi til ta tiltiknu eittoyra-streikuna í 1943. Hetta var mest tiltikna verkfall í Havn hagartil, og mikil gleimur var í havnargøtum í fleiri dagar, til løgtingið undir trýsti varð kallað saman at fáa skil á málinum.

Arbeiðsmenninir roknaðu við, at hvørt stigið skuldi muna eitt oyra, meðan arbeiðsgevararnir roknaðu við, at hvørt prístalsstigið skuldi geva 0,85 oyra.  Løgtingið samtykti, at lønin skuldi javnast við einum oyra, men ein gerðarættur við dómaranum á odda, kollrendi avgerðina hjá løgtinginum og setti javnanina til 0,85.

Nógvir arbeiðsmenn vóru uttanfyri tinghúsið, tá hesi tíðindi spurdust. Tey østu menn so nógv, at gerðarættarlimirnir hjá mótpørtunum kendu seg hóttar. Einum eydnaðist at sleppa inn í eini grannahús.

Annar fekk eitt ýlandi fylgi eftir sær gjøgnum hálvan býin. Og dómarin fór til hús sum ein pílur.

Nú var eldur í skálanum. Arbeiðsmenninir fóru í verkfall, hóast tað var bannað undir krígnum. Við musikki og fløggum savnaðust teir á Vaglinm. Har var sum á ólavsøku. Tingmenn vórðu kallaðir til Havnar, men teir vildu ikki seta tingið, fyrrenn verkfallið var avblást.

Í Havnar Arbeiðsmannafelag var tepur meiriluti fyri at fara aftur til arbeiðis. Í løgtinginum var ongin høllur á. Javnaðarflokkurin, sjálvstýrisflokkurin og fólkaflokkurin atkvøddu fyri eitt oyranum. Ein sambandsmaður var fyri, hinir ímóti.

Hetta byrjaði so væl í september 1939 í semju millum arbeiðsgevarar og arbeiðsmenn, men fyri arbeiðsgevararnar endaði tað so illa í apríl í 1943, at teir stevndu Føroya løgtingi fyri at hava hækkað arbeiðsmannalønina. Tí fingu teir onki burturúr, men stríðið um prístalsjavnanina hevur síðani verið nevnt eittoyra-streikan.

Skrivaðu til Churchill
Størsti arbeiðsgevari í Føroyum var tá bretska hersetingarvaldið. Men bretarnir vóru ikki hugaðir at gjalda ov høgan prís. Teir mótmæltu, tá prístalið fór upp, og teir vóru hart ímóti at javna lønina við einum heilum oyra.

Í Havnar Arbeiðsmannafelag vóru teir í øðini. Teir løgdu fyri Føroya Arbeiðarafelag uppskot um at venda sær til sjálvan Churchill og fáa hann at taka í herðatoppin á herleiðsluni í Føroyum. Í mei 1943 varð fjarrit sent til His Excellency Prime Minister Churchill í London:

”Føroya Arbeiðarafelag ynskir við hesum at siga tygum frá, at alt arbeiði fyri bretska yvirvaldið í Føroyum verður at steðga, tí at sáttmáli er ikki fingin í lag um arbeiðslønina. Felagið hugsar sær til, at tygum eru ikki kunnugur við hetta mál. Vit loyva okkum at frambera okkara samhuga við hitt bretska fólkið og vóna, at okkara ynski verður hildið at vera hampiligt”.

London svaraði, at hetta var eitt mál, sum bretsku umboðsmenninir í Føroyum sjálvir tóku sær av.

Hart verkfall í 1951
Eg fari eisini at siga søguna um arbeiðsmenninar í Havn, tá teir streikaðu sum ongantíð fyrr hitt heita summarið 1951. Stígur var komin í vinnulívið, og búskapurin stóð á tambi. Bæði arbeiðsmenn og arbeiðsgevarar søgdu sáttmálarnar upp.

Arbeiðarafeløgini samráddust við Føroya Arbeiðarafelag á odda, og hinumegin sat Føroya Arbeiðsgevarafelag. Fleiri semingsuppskot vórðu havnað. Sama kvøld, sum frestin var úti nakað tíðliga í mei, søgdu arbeiðsgevararnir ja til eitt semingsuppskot, men arbeiðararnir søgdu nei og fóru í vertkfall um alt landið

Seinni var Gunnar Dahl Olsen aftur á ferð við einum semingsuppskoti. Hjá arbeiðsgevarunum var meiriluti fyri at taka við tí, og sunnukvøldið 20. mei var stór mannamúgva komin saman við tinghúsið.

Nevndin í Føroya Arbeiðarafelag skuldi boða semingsmanninum frá úrslitinum av uratkvøðu í feløgunum kring landið.

Kl. 20.30 kom formaðurin Magnus Tórsheim út og segði frá, at semingsuppskotið var samtykt úti á bygd.

Nú kom øði í mannamúgvuna, og tað, sum ikki hevði verið, bleiv nú.

Arbeiðsmenn í Havn avgjørdu á staðnum at halda fund í Tórshøll. Har var meiriluti fyri at halda fram við verkfallinum; 243 fyri, 11 ímóti og fimm blankar. Hetta gjørdist álvarsamasta verkfall, sum menn vistu um, og í Havn var støðan nakrar dagar lík krígsstøðu.

Havnin stongd og streymurin slitin
So hart leikaði nú á í heimsins nalva, at báðar síður skipaðu verndarlið at byrgja fyri skaða. Streymurin varð tikin, brenni fekst ikki til hús, og mjólkin gekk undan.  Hvør jolla, sum kom til Havnar, varð steðgað.

Einasta skipið, sum við góðum slapp at bryggju, var ”Vørðan” hjá AT á Tvøroyri, sum kom norður við flagginum hjá ”Fylking” í húnar hátt at hitta lagsbrøður í Havn. ”Vesturleið” hjá  Niclasen í Sørvági slapp ikki at bryggju. Manningin fekk tey boð, at teir sluppu ikki til kei, fyrrenn teir høvdu samráðingarleiðaran Dánjal Niclasen við.

Mánamorgunin 21. mei sluppu mjólkarbátarnir ongan veg. Ein viðaskonnart slapp sær til rýmingar, tá arbeiðsmenn í stórum tali komu oman á bryggjuna. ”Medicus” kom av Skálafjørðinum og breyt gjøgnum vaktarhaldið. Hann lætst at leggja inn í Vágsbotn, men snaraði so yvir á Gulaklett. Har leyp ferðafólkið í land á Shell-keiini.

Nú varð vaktarhaldið styrkt, og verkfalsvakt eisini sett í Hoyvík, so ongin slapp inn í býin. Stór kravgonga fór niðan á Elektricitetsverkið. Umboðsmenn fyri felagið sluppu inn. Tá samráðingarnar tóktust taka ov langa tíð, trokaði mannamúgvan inn, og skjótt var streymurin avbrotin og streikuvaktir settar á verkinum.

Politimeistarin kom við bili fullum av politistum, men hann slapp ikki heilt niðan, tí hol varð stungið á dekk og slangu. Kravgonga fór nú um býin. Við trummusláarum og Merkinum á odda varð gingið framvið landsstýrinum og síðani út á keiina. Lærlingar vórðu riknir úr arbeiði hjá meistarum, og teir bilar, sum royndu at koyra í Havn, vórðu allir steðgaðir.

Stórt trýst á báðar partar
Mikudagin 23. mai var verkfallið í hæddini. Bara vertkfalsvaktir og teir reyðu bilarnir hjá Arbeiðsmannafelagnum vóru at síggja í gøtunum. Býráðið boðaði frá, at børn undir tvey ár kundu fáa hálvan litur av mjólk frá Hospitalinum. Telefonstøðin misti elektriska streymin, so hitt síðsta sambandið slitnaði. Skúlarnir vóru sera illa fyri. Nú hevði bara realskúlin kol.

Føroya Arbeiðarafelag heitti á øll feløg um at standa saman við teimum, sum framvegis vóru í verkfalli.

Tað vóru serliga havnarmenn og tvørámenn. Danska LO sendi feløgunum 50.000 krónur. Av teimum fekk Havnar Arbeiðsmannafelag 15.000 at ráða yvir.

Fyrsta gjøgnumbrotið í trætuni var, at handverksmeistarar í Havn gjørdu sáttmála við arbeiðsmannafelagið um teir menn, sum vóru í arbeiði hjá meistarunum. Síðani var ein avtala gjørd millum Tórshavnar býráð og arbeiðsmenn um lønarhækking afturfyri at lata lekstetverkið uppaftur o.s.fr.
Hetta elvdi til stóra fløkju hjá báðum pørtum, og tað varð nú mett at kosta Havnini dýrt at liggja lamin, meðan arbeitt var úti um landið. 29. mai hittust arbeiðarar og arbeiðsgevarar í Havn beinleiðis. Fundurin endaði við einum sáttmála og alt arbeiði varð tikið uppaftur, men feløgini á báðum síðum høvdu fingið rivin skinn av trætuni.

Skemt í álvaranum
Hóast tann stóra spenningin var okkurt at flenna at. Tað segðist, at formaðurin í arbeiðsmannafelgnum Martin Kúrberg, meðan bardagin var upp á tað harðasta, gav boð um at avbróta allar telefonir í býnum uttan telefonina hjá arbeiðsmanna-felagnum. Tá spurdi ein visur knokkur, hvønn hann væntaði at fáa samband við, tá allar hinar telefonirnar vóru deyðar?

Blaðið 14. SEPTEMBER segðist vera serliga virkið, og blaðstjórin Erlendur Patursson varð lagdur undir at eiga sín lut í átøkunum. Tað gav afturljóð í studentakabarettinini á ólavsøku, sum átti seinastu orðini við eini vísu, ið Petur Reinert sang afturvið lagnum um Svarta Rudolf:

Hygg svarti Erlend seg skøðir, ein svartan og brúnan skógv,
so Fjúrtanda fullan hann løðir og sýnir sín morreyða hógv.
Men hann spældi onga rollu, tí tað gjørdi Martin á Kák:
Hann steðgaði hvørjari jollu og helt teimum øllum í skák.

Stjól røðuna
Oddamenninir í Havnar Arbeiðsmannafelag vóru kanska ikki altíð líka politiskt korrektir í orð og tal, tíbetur. Teir hava borið síni sjónarmið fram uttan at balla tey inn í vatt. Stundum varð stúrsað við, men hetta var teirra stílur, og sjarma hevur verið yvir teimum.

Tað gav at bíta, eina ferð nevndarlimurin Peter McGavin og formaðurin Martin Kúrberg skuldu halda 1. mei røður á sama fundi. Martin var tann fyrri og helt eina fína røðu, har hann skeyt til høgru og vinstru.

So trein Peter á pallin. Hann hevði ein  óvæntaðan boðskap:

”Martin ringdi til mín í gjárkvøldið og spurdi, hvat eg ætlaði at siga. Sum tann góði kammeraturin, eg eri, segði eg honum, hvat mær lá á hjarta. Men hvat hendir nú? Jú, hann hevur sagt akkurát tað sama, sum eg ætlaði mær at siga. Ja, Martin hevur stjolið mítt tal!” Peter var skjótur at sleppa slær niður av pallinum.

Til lukku við degnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo