Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vikuskiftið 20. til 22. januar verður Global GameJam kring allan heimin og í tí sambandi skipa sjálvbodnir spælsmiðir fyri einum GameJam í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, sum verður partur av altjóða tiltakinum, har fólk fáa møguleika at gera sítt egna telduspæl frá grundini. Tiltakið er ókeypis, og øll kunnu melda seg til.

GameJam er viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga fyri at gera telduspøl. Í stuttum gongur tað út upp á at framleiða eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar, og síðan at vísa tað fram.

Ymiskir førleikar og eginleikar skulu til fyri at gera eitt telduspæl. Forritarar, grafikarar, søguskrivarar, teknarar, málarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. Tó er ikki neyðugt at hava aðrar førleikar enn ein sunnan áhuga fyri spælmenning fyri at luttaka í tiltakinum.

Endamálið við GameJam er, at skapa eitt grundarlag fyri, at vit kunnu gera okkum galdandi innan stóru og skjótt vaksandi gamingvinnuna, sum livir og nørist í okkara grannalondum. Global Game Jam er heimsins størsta tiltak innan spælmenning, í 2016 vóru yvir 36.000 luttakarar í 93 londum kring heimin, og nærum 6800 telduspøl vórðu gjørd upp á eitt vikuskifti.

Kom á Global GameJam, sum verður í Íverksetarahúsinum vikuskiftið 20. til 22. januar, og ver við at framleiða eitt telduspæl frá grundini uppá 48 tímar.

Tilmelding her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo