Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú samgonguskjalið er almannakunngjørt, síggja vit, at ætlanin er at teknmálstulking og føroyskur tekstur í sjónvarpinum skal styrkjast.

Hetta er sjálvandi gleðiligt, og eru vit nógv, ið hava bíða við spenningi eftir at síggja, hvat kom at standa í samgonguskjalinum, viðvíkjandi støðuni hjá fólki, ið hava niðursetta hoyrn.

Sum vit áður hava víst á, eru tað rættiliga nógv fólk í Føroyum, ið hava trupulleikar við hoyrnini. Sambært hoerelsen.dk, hevur 6 hvør íbúgvi truppulleikar, og svarar hetta til umleið 8.000 føroyingar.

Ikki kann sigast annað enn, at hesin stóri bólkur hevur verið sera tolin. Vit í Hoyr harmast tó almikið um , at øll hesi fólk eru útihýst frá vanliga tíðindaflutninginum í sjónvarpinum.

Hoyr hevur aftur og aftur víst á støðuna, og tá ST nevndin í 2014 setti krav um, at Føroya Landsstýrið skuldi tryggja teimum, ið hava ringa hoyrn, atgongd til allar sendingar í Kringvarpi Føroya, fingu vit vón um, at nakað fór at henda.

Nú 5 ár seinni, kunnu tey, ið hava niðursetta hoyrn framvegis ikki fylgja við tí, ið hendur í samfelagnum.

Nakrir glottar eru tó við at nakrar dokumentarsendingar eru tekstaðar, og valsendingarnar vóru sendar við teksti dagin eftir tær høvdu verið í sjónvarpinum.Tað sum vit vóna nú er, at vit sleppa at síggja tíðindasendingar og allar sendingar, ið verða sendar í sjónvarpinum við teksti beinanvegin.

Nýggjar tíðir: Nú komandi samgonga boðar frá, at man ynskir eitt samfelag í serflokki, eru hetta nýggir tankar, og síggja vit fram ímóti eini tíð, har arbeitt verður miðvíst fram ímóti, at øll, eisini vit 8.000 føroyingar, ið hava niðursetta hoyrn, fáa atgongd til allar sendingar í sjónvarpinum.

Vit vóna, og gleða okkum til nýggja samgongan byrjar uppá at styrkja føroyskan tekst í sjónvarpinum, og ynskja vit at bjóða okkum fram, sum samstarvsfelagar, í hesum týdningarmikla arbeiði.

Nevndin í Hoyr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo