Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Síðan valdømini fóru frá 7 niður í 1 valdømi, eru útoyggjarnar púrasta gloymdar vekk. Eitt gott dømi er Fugloyggin. Fyrr komu politikkarir úr Norðoya valdømi út á hvørt pláss at agitera, men síðan valdømini blivu strika, eru teir noyddir at kappast um stemmurnar úr miðstaðarøkjunum. Nú hanga onkrar fáar plakatir í onkrum pela, og tað er tað. Einki um hvat fólki á staðnum fær fyri atkvøðuna.

Tað sæst eisini aftur á almennu íløgu raðfestinginum, tí at so at siga einki verur gjørt. Gamaní bleiv onkur bilverja umvald síðsta summar, og mynd var sjálvandi eisini lagt út á facebook profilin hjá landstýrismanninum Heðin Mortensen, at hetta var gjørt, og so skuldi alt veri gott. Fakta er bara tað at vegurin millum bygdirnar báðar, Hattarvík og Kirkja, er í sera vánaligum standi, og sera hættisligir í støðum.

Atløgubryggjurnar í báðum plássum eru í sera ringum standi. Kantar eru brotnaðir og pullartar eru vekk. Tó verur einki gjørt, sjálvt um hetta hevur verið gjørt vart við í nógv ár, ja fleiri samgongur hava vita um hetta. Kostnaðurin fyri alt hetta, er nokk minni enn hvat í er brúkt upp á listina á Glasir.

Kortini tosa vit um ferðavinnu, alt gott um tað. Men tað skal ikki bara seljast sum løtuvinningur. Veit ikki hvussu nógv útlendsk ferðafólk og Føroyingar annars vitja Fugloynna um ári, men tey eru nógv, heilt nógv.

Eg eri uppvaksin í Hattarvík, og eri sera góður við oynna. Og tí er henda politiska líkasæla, í mínum eygum, ein vanvirðing fyri útoyggjarnar, óansæð politiskan lit.

So góðu tit valevnir, sum nú stilla upp til løgtingsvalið, gloymi ikki útoyggjarnar. Møguliga eru atkvøðurnar ikki so nógvar á Fugloynni og hinum útoyggjunum, men minnist til at tað eru ofta tær síðstu atkvøðurnar sum telja.

Anfinn Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo