Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Michael Collins, sum var hin triði á Apollo 11 ferðini til mánan í 1969 er deyður við krabba, 90 ára gamal.

Michael Collins varð ofta lýstur sum 'gloymdi austronauturin', tí hann setti ongantíð føturnar á mánan men var eftir umborð á rúmdarferjuni ímeðan fyrst Niel Armstrong og síðani Buzz Aldrin fóru út at ganga á mánanum. Hann bíðaði í yvir 20 tímar.

Í endurminningunum frá 1974, "Carrying the Fire" skrivar hann millum annað um tímarnar í einsemi umborð á ferjuni, at hann ikki kendi seg so einsamallan, sum nógv kanska halda. Heldur ikki løtan, tá hann vendi burtur frá jørðini, og tí onki samband hevði, kendist einslig, skrivar hann.

- Í veruleikanum var eg mest bangin fyri, at teir báðir ikki fóru at koma aftur, og at eg tí noyddist at fara aftur einsamallur til jørðina uttan at Niel og Buzz vóru við.

Washington Post skrivar, at ímeðan Niel Armstrong var leiddur av øllum hurlivasanum og Buzz Aldrin fekk trupulleikar við rúsdrekka treivst Micheal Collins væl í leiklutinum sum 'gloymdi austronauturin' í tíðini eftir ferðina til mánan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo